Georg Stage vitjar Vág í morgin

Sluppin Johanna og Georg Stage avmyndað í Vági 2023

Mikudagin á middegi kemur danska skúlaskipið Georg Stage á Vág. Teir liggja væntandi til hósdagin.

 

Í samband við vitjanina, so verður opið skip í morgin millum klokkan 18.00 og 20.00, har øll er hjartaliga vælkomin umborð.

 

Georg Stage hevur vitjað í Vági nakrar ferðir áður.

 

Seinast Georg Stage vitjaði Vág var í 2023.

 

Sluppin Johanna og Georg Stage avmyndað í Vági 2023