George Shultz er deyður

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin var hundrað ár

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin George Shultz er deyður. Tað skrivar Washington Post. George Shultz var hundrað ár, nú hann doyði.

Árini frá 1982 til 1989 var George Shultz uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Ronald Reagan, og harafturat var hann eisini ráðharri í øðrum málsøkjum hjá øðrum forsetum. Hann hevði innlit í politiska umhvørvið sum fáur. Sagt verður um Shultz, at hann hevði sterk konservativ sjónarmið, framferð hansara var vitborin, og hann var blíðmæltur.

Nøkur av týdningarmestu politisku sjónarmiðum hansara vóru at avmarka almennar útreiðslur og lóggávu og at føra hart stríð ímóti yvirgangsfelagsskapum, skrivar Washington Post.

George Shultz hevði ein týðandi leiklut, tá spenningurin millum eystur og vestur í endanum av kalda krígnum minkaði seint í áttati árunum. Shultz var ein av fáu stjórnarlimunum, sum helt, at Mikahil Gorbatjov, sum var komin til valdið í Sovjettsamveldinum, var øðrvísi enn undanfarnu leiðarar, og hann mælti til meira samstarvssinnað samband við Sovjettsamveldið.

##med2##

George Shultz var føddur á Manhattan í New York 13. desember 1920. Hann gjørdi tænastu sum sjóhermaður undir seinna heimsbardaga. Seinni tók hann hægri útbúgving í ídnaðarbúskapi á Massachusetts Institute of Technology. Hann fór upp í politikk í 1955, og síðani kom politiska lívið at mynda hansara yrkisleið.

George Shultz doyði í heimi sínum í Stanford í Kalifornia í gjár.