Tá Gudmund byrjaði klokkan 19, vóru teir 95 spælarar, men pláss er bara fyri 4, ið sleppa at spæla í Las Vegas. Tá vit vóru framvið vóru eini 85 spælarar framvegis við og Gudmund lá á einum 20 plássi.Puljan, ið spælt verður um, er 58.425 dollarar, men sleppur Gudmund til Las Vegas til WSOP, World Series of Poker, so er puljan eini hundrað milliónir dollarar, og eini 10.000 luttakarar eru við. Kappingin er í summar. Men sleppur Gudmund ikki millum 4 teir bestu í kvøld, so vónar hann at enda millum 20 teir fremstu,m tí har er eisini vinningur at fáa.Í klubbanum á Tvøroyri hittast teir javnan at spæla poker og vinmenninir fylgja spentir við á stórskíggja, hvussu tað gongst Gudmundi á netinum, meðan teir sjálvir eisini spæla poker kring runda borðið.Gudmund hevur spælinavn Guddi2000.Ein annar tvørámaður er eisini við í kappingini, men hann situr við hús og spælir, og hann hevur spælinavnið Maxra55.Til ber at fylgja við, um ein fer inn á www.pokerstars.com, og leitar eftir spælaranøvnunum.