Rógvi Nybo
- Øll, sum eru ansett í okkara handlum, hava fingið at vita, at sigarettir ikki skulu seljast til fólk, sum eru undir 18 ár. Men tú veit eisini, at tað ofta kann verða ringt at meta um, og vit mugu bara vera vaks upp á tað. Men um nakar sleppur at keypa, tað eri eg ikki heilt sikkur uppá, sigur Niels Mortensen, tá vit spyrja hann hvat tey gera fyri at forða fyri, at fólk undir 18 ár sleppa at keypa sigarettir.
Tá vit avdúka fyri honum, at í handlunum Miklagarði, Mylnuni og Bónus slapp okkara 16 ára gamla genta at keypa, sigur hann greitt, at tað líkist ongum.
- Hetta fari eg so absolutt at taka upp, sigur Niels Mortensen.
Niels Mortensen heldur tó eisini, at alt kjakið um at selja sigarettir er eitt sindur skeiklað.
- Í staðin fyri at noyða okkum handlar at spæla politistar, ger tað so ólógligt hjá fólki undir 18 ár at roykja. Tey standa uttanfyri hjá okkum her í SMS og roykja, og so kann tað verða upp til foreldrini hjá teimum at tryggja, at tey ikki bróta lógina. Vit eru troytt av at skulla spæla politi.
Ella koyr sigarettirnar inn í Rúsuna ella á Apotekini, eg leggi milt sagt einki í tað, vit eru reint sagt ikki gearað til at spæla politi, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS-samtakinum.
Hann leggur tó afturat, at tey altíð royna at liva upp til galdandi lóg á øllum økjum, og at hann fer at taka hetta upp við starvsfólkini enn eina ferð.
[email protected]