Gera Atlantsflog til eitt danskt felag

Tað almenna skal keypa privata partin av Atlantsflogi aftur, serliga um so er, at ongin kapping verður í næstu framtíð

 

- Landsstýrið er í ferð við at niðurlagað Atlantsflog og gera tað til eitt danskt flogfelag, ella eitt amts-flogfelag.

 

Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum er er hvassorðaður í sínum atfinningum ímóti leiðsluni í Atlantsflog og landsstýrinum.

 

Eitt, hann sipar til, er, at Sjúrður Skaale fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at Atlantsflog skal leggja allan dentin á at flyta ímillum Føroyar og Danmark og ikki flúgva aðrastaðni uttan so, at tað loysir seg  fíggjarliga.

 

Hann hevur ikki orð fyri tí, sum nú er at henda við Atlantsflogi, serliga at ætlanin nú er at fáa eitt danskt ráðgevarafelag leggja framtíðarætlanina fyri Atlantsflog.

 

Tjóðveldi heldur at Atlantsflog skal vera eitt alment Tjóðarfelag, sum skal binda okkum saman við umheimin og ikki bara til Keypmannahavnar.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er partvís samdur.

 

Hann heldur, at fær Atlantsflog ikki kapping á økinum heilt skjótt, eigur tað almenna at keypa tann enkilda partin av Atlantsflogi aftur.

 

Endamálið við Atlantsflog skal vera at geva okkum gott og bíligt ferðasamband og tað kann eitt alment flogfelag gera, uttan at hugsa um avkast.

 

Hann spyr, hvussu rætt tað er, at Atlantsflogflygur til onnur lond enn Danmark, um so er, at tað er bíligari at flúgva úr Danmark, enn beinleiðis úr Føroyum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen siga sína ærligu meining um framtíðina hjá Atlantsflogi.