Tórshavnar Býráð ætlar at gera tað umstøðurnar betri at taka ímóti fiski.
Tí verður í løtuni arbeitt fyri nógvar pengar á vestaru vág, har bygt verður út, og um, til fiskivinnuendamál.
Torfinn Smith, formaður í býráðsins havnanevnd, vil ikki siga, hvussu nógv arbeiðast skal fyri, tí tað vandi er fyri at tað er ov vegleiðandi fyri tey, sum skulu gera tilboðini uppá arbeiðini.
Fyrst í komandi ári verður liðugt at gera sjálva saltsilo¹ina.
Tá ið hon er liðugt, skal sjálvt húsið gerast.
Somuleiðis verður arbeitt uppá at gera atløgubryggjuna við Fiskavirking - gamla Bacalao - 30 metrar longri.
Tað verður gjørt við at fylt verður út ímillum Bacalao og ískeiina og við at slætta økið.
Annars er ætlanin at gera meiri atløgupláss á Viðarnesi, tí tað verður oljukei. Har skulu m.a. bátarnir liggja, sum koma við olju til Shell og Statoil og har skulu bátarnir liggja, sum bunkra olju
Torfinn Smith sigur, at tað, sum mest er brúk fyri yvirhøvur, er at fáa meiri atløgupláss og, ikki minst, at fáa meiri bingjupláss.
Torfinn Smith sigur, at enn er ikki nakað gjørt av, hvussu farast skal fram eystanfyri.
Tó er tað toluliga vist, at Býráðið fer at halda fram at byggja pakkhús á keiini, tí tað er tørvur á goymsluplássi, sigur hann.
Torfinn Smith sigur, at vónandi fara tær batnaðu umstøðurnar at føra við sær, at meiri fiskivinna verður í Havnini.
Nú eru tað summi sum halda, at útjaðarin í Føroyum skal eiga fiskivinnuna?
Ja, men vit ætla ikki at taka fiskivinnu frá nøkrum. Men vit vilja fegin vera uppií. Og vit vilja fegin skapa fortreytirnar, so tað eisini ber til at arbeiða fisk í Havn, skuldi nakar havt hug til tað.
Havnin hevur sannliga eisini i havt eitt livandi útróðrarumhvørvi og eg hevði onki havt ímóti at fingið tað endurskapað, sigur Torfinn Smith.