Gera einki enn fyri at hjálpa fólki

Men heldur hendan gongdin fram, kann talan verða um at hjálpa nøkrum fáum

 

 

Tað verður ikki enn, at tey, sum eru ringast fyri, kunnu vænta sær fíggjarliga hjálp fyri príshækkingarnar, sum eru avleiðingin av krígnum í Ukraina. Og tað verður undir øllum umstøðum ein ógvuliga avmarkaður skari av fólki, sum fer at fáa hjálp, og ikki láglønt sum heild.

 

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen. Tað er Beint Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt hann, hvussu tað ber til, at landsstýrið einki ger fyri tey lágløntu, nú allir prísir eru hækkaðir.        

 

Hann sigur, at heldur hendan gongdin fram, fer samgongan at taka málið upp sum eitt tað fyrsta, tá ið Løgtingið kemur saman aftur á á ólavsøku.

 

Men hann sigur, at verða tiltøk sett í verk, hevur tað týdning, at tey verða fyrireikað væl, so at tey raka rætt, og so soleiðis at tey ikki hava aðrar, óhepnar avleiðingar fyri búskapin. Somuleiðis er tað avgerandi, at talan verður tiltøk, sum eru tíðaravmarkað, og at tey verða markað til tey, sum eru harðast rakt av prísvøkstrinum.

 

Løgmaður vísir somuleiðis á, at tær flestu almannaveitingar verða veittar uttan mun til fíggjarligu korini hjá teimum, sum fáa tær. Tær verða nevniliga veittir veittar fólki, sum við skerdari heilsu, og til fólk, sum eru komin upp í árini. Tó eru tað nakrar veitingar, har endamálið er at hjálpa fólki, sum eru fíggjarliga illa fyri – og familjum við lágum inntøkum.

 

Og skulu tiltøk setast í verk, eru tað hesi, sum skulu hava hjálp, og tað eigur at verða gjørt við at laga onkra av verandi skipanum til. Eitt nú kann hjálp verða veitt ígjøgnum onkra av hesum skipanum:

 

– Familjuískoyti

 

– Persónlig viðbót eftir lógini almannapensjónir

 

– Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur eftir almannalógini

 

– Fyribils uppihaldsveiting eftir almannalógini

 

– Brennistuðul

 

 – Higartil kunna vit tó staðfesta, at prísvøksturin síðani russisku innrásina í Ukraina hevur verið lægri í Føroyum enn aðrastaðni í Evropa, sigur løgmaður. Hann vísir eisini á, at partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hava akkurát skrivað undir nýggjan sáttmála, har verkafólk fáa størstu lønarhækkingina í nógv ár.

 

Harumframt verða ymiskar upphæddir í almannalóggávuni hækkaðar automatiskt alt eftir hvussu lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum og prísirnir, hækka.  Hetta tryggjar, at inntøkan hækkar eisini hjá teimum, sum hava almennar veitingar sum høvuðsinntøku, og hækkingin svarar til prísvøksturin í samfelagnum og lønarvøksturin hjá teimum alment løntu.

 

– Við hesum skuldi verið lagt upp fyri príshækkingini, ið sæst í løtuni. Landsstýrið fylgir tó væl við gongdini, og verður tað neyðugt, verða málrættað, og tíðaravmarkað, tiltøk sett í verk, til tess at hjálpa teimum, ið fáa almannaveitingar, sigur Bárður á Steig Nielsen.