Nú er rættilig gongd komin á útbyggingina á sosiala økinum í Suðuroynni, ikki minst á eldraøkinum.
Eftir at Ellis-og røktarheimið á Tvøroyri hevur verið einasti stovnur til eldri fólk í oynni í næstan 30 ár, gjørdi fyrst Tvøroyrar Kommuna eitt lítið eldrasambýli til fimm fólk í einum gomlum húsum
Men síðani er nýtt eldrasambýli bygt í Vági til 10 fólk, umframt tvey umlættingarpláss, og samstundis eru eini hús í Hvalba gjørd til eldrasambýli til eini átta fólk, umframt eini tvey umlættingarpláss.
Hesi bæði heimini lata upp rættiliga skjótt
Og nú fer eisini Tvøroyrar Kommuna at byggja eitt nýtt eldrasambýli afturat til 10 fólk, umframt tvey umlættingarplás.
?Hetta er ein ætlan, sum Tvøroyrar Býráð hevur arbeitt við nú í eini tvey ár, sigur Bergur Bærendsen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð.
Hann sigur, at tað fyrra eldrasambýli, sum kommunan gjørdi í einum gomlum húsum var avgjørt ein neyðloysn.
? Talan var um ein tørv, sum var bráneyðugur at loysa. Vit ferðaðust frá myndugleika til myndugleika, líka av almannastovuni á Tvøryri til almannastovuna í Havn, og víðari út á sjálvt almanna- og heilsumálastýrið men tað vísti seg at ongin hevði ábyrgdina av hesum fólkunum.
? Tað er eisini staðfest, at heldur ikki kommunan hevur nakra lógfrøðiliga ábyrgd av hesum fólkunum.
? Men vit gjørdu kortini av, at viðurkenna okkum ta moralsku ábyrgdina og skipaðu eitt eldrasambýli til hesi fólkini, sigur formaðurin í Sosialu nevnd.
Men at hetta lítla eldrasambýli verri enn so var nóg mikið til at nøkta tørvin fingu býráðslimir skjótt staðfest.
Tí beinanvegin, røddir vóru frammi um at byggja eitt eldrasambýli, fóru fólk at spyrja seg fyri.
? Og tað eru enntá onkur, sum longu hava skrivað til kommuna og biðið um pláss á tí nýggja sambýlinum, sum ætlanin nú er at byggja, sigur Bergur Bærendsen.
Annars heldur hann, at tað er ómetaliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt at lýsa tann nágreiniliga tørvin, tí nógv fólk tíma ikki at fáast við at søkja, ella at spyrja, tá ið tilboðini eru so vánalig.
? Tann veruliga tørvin fáa vit neyvan fult yvirlit yvir, fyrren tilboðini eru til staðar, heldur hann.
?Men sjálvandi kunnu vit hava eina hylling á tørvinum og tað er ongin, sum ivast í, at hann ikki er stórur, ikki minst tá ið hugsað verður um aldursbýtið á teimum, sum búgva í kommununi.
Fyrsta tekningin klár
Arbeiðið at fyrireika nýggja eldrasambýli er nú komið so mikið áleiðis, at tær fyrstu skitsurnar eru gjørdar.
Formaðurin í Sosialu nevnd í Tvøroyrar Býráð sigur, at býráðslimir eru væl nøgdir við uppskotið.
? Men vit hava tó biðið arkitektin gera uppskot um ymsar tillagingar, men kortini halda fast um grundhugsjónina í uppskotinum.
Og tað er onki at taka seg aftur í, at umstøðurnar í nýggja sambýlinum vera rættiliga góðar.
Hvørt kamar er yvir 30 fermetrar stórt og tey hava hvør sín lítla altan. Bað og wc er til hvørt kamar.
Annars eru tveir felags altanar, umframt køk, stova og annars alt, sum hoyrir til.
Bergur Bærendsen sigur, at húsini eru teknað soleiðis, at felagsrúmini hava tað besta útsýni, men tað førir so við sær, at útsýnið av kømrunum er ikki so gott, tí útsýnið kann ikki verða líka gott allastaðni frá.
Sambýlið verður bygt inni í Húsgarði, á einum stykkið, sum kommunan sjálv eigur.
Fyrimyndin úr Vági
Bergur Bærendsen sigur, at ætlanin er komin alt ov stutt áleiðis til, at nøkur kostnaðarmeting kann gerast enn
Men hann hugsar sær, at eldrasambýlið á Tvøroyri fer at líkjast tí, sum er í Vági, bæði í stødd og í prísi.
Tvs, at í heilt rundum tølum hugsar hann sær, at tað fer at verða um 700 fermetrar tilstøddar og at tað fer at kosta um fýra milliónir.
Sum tað sæst, verður húsið bygt frameftir jørð, og tað skal hava flagtak fyri at tað skal fella so væl sum gjørligt inn í natúruna rundanum.
Sambýlið verður bygt, fíggjað og rikið sum ein sjálvsognarstovnur, har kommunan betalir ein part, landið ein og búfólkini betala ein part.
Harafturat taka fíggingarstovnarnir eisini lut í fíggingini.
Ætlanin er at gera tekningarnar lidnar beinanvegin og at fara undir at projektera sum skjótast.
Bergur Bærendsen sigur, at miðað verður so ímóti at grava stykkið út í vetur, so at tað kann verða klárt at fara undir sjálva byggingina, tá ið tað fer at vára aftur. Sambýlið skuldi so verið klárt at flutt inn í einaferð, áðrenn alt ov nógv er liðið av 2002.
Góðir møguleikar
Bergur Bærentsen ivast ikki í, at tørvurin á bústaðum til eldri er nógv størri enn hesi 10 plássini.
Í so máta kundi stykkið, sum sambýlið verður bygt á, ikki verið betri valt, tí har eru sera góðir møguleikar at byggja út.
Og nú arkitekturin teknaði sambýlið, hevur hann eisini spælt sær við tankanum um, hvussu alt økið kann fara at síggja út um nøkur ár við fleiri eldraíbúðum beint niðanfyri sjálvt sambýlið.
Skuldi tað annas komið uppá tal, eru kømurini nóg stór, til at tey kunnu verða tveymanskømur, ella hjúnakømur, so tað ber til at fáa fleiri fólk inn á sambýlið.
Men Bergur Bærendsen sigur, at skulu fleiri fólk búgva í sambýlinum, setur tað eisini heilt onnur krøv til starvsfólk o.a., men møguleikin er so til staðar.
Bergur Bærendsen heldur eisini, at stykkið liggur væl fyri í aðrar mátar, tí tað ber væl til hjá fólki at sleppa langar túrar, uttan at tey noyðast á koyriveg. Gongutunnil er longu gjørdur undir landsvegnum til, so at fólk kunnu ganga eftir gøtum langt inn í dalin, heilt inn í viðalundina.
Broyta ellis- og røktarheimið
Tá ið sambýlið á Tvøroyri er tikið í nýtslu, eru sostatt yvir 30 búpláss til eldri, umframt eini seks umlættingarpláss komin afturat í Suðuroynni uppá.
Bergur Bærendsen sigur, at tað skuldi so lætt trýstið á Ellis- og røktarheimið á Tvøroyri munandi og gjørt tað møguligt at umskipa viðurskiftini eitt sindur.
Hann sigur, at uppskotið hjá Tvøroyrar Býráð er, at ellis- og røktarheimið verður gjørt til røktarheim burturav, ímeðan sambýlini verða til ellisheim burturav, tvs, at sambýlini verða til tey eldru fólkini, sum eru meiri og minni sjálvbjargin.
Hann er greiðir yvir, at hetta fer at krevja eina væl størri játtan til ellis- og røktarheimið, enn tað nú fær.
Men hann heldur kortini, at tað er neyðugt at samskipa eldrasambýlini og ellis-og røktarheimið, tí tað er óheppið at røktarsjúklingar og frísk og ferug eldri fólk saman.
? Tað er neyðugt, at landsuppgávan á eldraøkinum verður at geva røktarsjúklingunum sømilig kor ímeðan kommunurnar so kunnu taka sær eldraíbúðum av ymsum slag, sigur Bergur Bærendsen.