Fólk á Argjum hava varnast, at onkur hevur miðvíst gjørt herverk og smildrað lampur, sum lýsa gøtuna upp, sum gongur frá Borgartúni niðan til Rygsgøtu á hamrinum á Argjum. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í dag.
- Kommunan harmast slíkan høpisleysan atburð. Roynt verður at kanna málið, og hevur onkur varnast hetta óskilið, er at boða løgregluni frá, skrivar kommunan.
Tað letur til, at steinar eru brúktir at bróta glasið við.