Havnaútbygging
Nú ætlar Tvøroyrar kommuna at fáa størri nyttu burturúr havnarlagnum á Drelnesi.
Í tí sambandi hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at gera ymsar ábøtur á økinum.
Tilsamans verður mett, at hesar ábøtur fara at kosta fast í tveimum milliónum.
Á býráðsfundi fyrr í vikuni samtykti býráðið at fylla hylin á gomlu bryggjni á Drelnesi út og at stoypa dekk í, so at tað fæst eitt rættiliga stórt øki burturúr.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðið er mett at kosta umleið 1,5 millión.
Men býráðið hevur eisini fyri stuttum samtykt at gera nakað við nýggjara partin av havnalagnum á Drelnesi. Tað er havnin, sum Smyril brúkar nú, og kemur at brúka, til nýggja samferðsluhavnin er liðug.
Í tí sambandi hevur Býráðið samtykt at sprongja eina grynnu burtur, sum er beint uttanfyri atløgubryggjuna.
Hendan grynnan fær skyldina fyri, at tað er so ókyrt á Drelnesi, at tað ikki er liggjandi hjá skipum.
Hetta arbeiðið er mett at kosta 300.000 krónur og tá er alt grótið eisini tikið upp av botni. Talan er um einar 1000 rúmmetrar av gróti, sum skulu sproingjast og takast upp.
Býráðslimir førdu fram, at vísti hetta seg ikki at hjálpa upp á ókyrruna, var arbeiðið als ikki burturspilt kortini, tí hetta fór undir øllum umstøðum at gera havnina betri.
Verður grynnan sprongd burtur, kunnu skipini leggja beint at. Sum er, noyðast tey at sigla útum grynnuna og síðani bakka at bryggju og tað er óheppið hjá stórum skipum.
Býráðið hevur somuleiðis samtykt at gera aðrar ábøtur á gomlu bryggjuna á Drelnesi, har tað er máað so nógv undan tveimum kistum, at vandi er fyri, at tær koppa, kemur tung ferðsla oman á keiina.
Tað arbeiðið fevnir um at stuðla uppundir kisturnar við 20-25 rúmmetrum av betongi og tað arbeiðið er mett at kosta nakað yvir 100.000 krónur.
Fáa tvey fyri eitt
Kristin Michelsen sigur, at tá ið hetta arbeiðið er gjørt, verða munandi betri umstøður á Drelnesi.
Borgarstjórin sigur, at tá ið hetta arbeiðið er gjørt, er havnin á Drelnesi í fínasta standi.
? Tá verður havnin á Drelnesi í fínasta standi og tá fer at bera til at bjóða stórum skipum framat, sigur hann.
Og tað er kanska ikki so langt burtur, at fleiri skip fara at brúka Drelnes, tí borgarstjórin sigur, at russisk feløg eru áhuga at fáa skip á Drelnes at umskipa á sama hátt sum tey nú brúka Havnarvág.
Tað verður byggifelagið Articon, sum skal gera arbeiðið. Hetta er sama felag, sum ger nýggju samferðsluhavnina og tað er sostatt longu á fjørðinum við allari útgerð.
?Av tí, at Articon longu er á fjørðinum frammanundan við øllum amboðum og allari útgerð, sum krevst, kann arbeiðið gerast nógv bíligari enn annars, sigur borgarstjórin.
Ætlanin er sostatt eisini at fara undir arbeiðið beint aftaná at teir sleppa frá ferjuleguni.