Á Tórsvølli eru menn í fullari ferð við at gera klárt til stóra brakið týskvøldið, tá Sir Elton John trínir á pall á Tórsvølli
Tað er ikki hissini konsert, ið bíðar, nú ein av heimsins størstu størstu tónleikastjørnum kemur til Føroyar.
Fyrireikararnir eru sum vera man sera spentir at bjóða føroyingum til tað størstu konsertina í Føroyum nakrantíð. Týskvøldið komandi trínur Sir Elton John á pall á stórari Open-Air konsert á Tórsvølli. Talan verður um ein solo-konsert.
Við fleiri enn 250 milliónum seldum fløgum er Elton John ein av allarstørstu stjørnunum í tónleikaheiminum yvirhøvur. Elton John hevur í meira enn 40 ár verið ovast á tónleikatindunum. Hann hevur spælt inn fleiri enn 30 albums, umframt LIVE-upptøkur og fløgur til filmstónleik. Elton John hevur eitt ótal av hittum og hevur vunnið fimm Grammy awards, ein Oscars Acadamy Award, eina Golden Globe Award og eina Tony Award.
Í 2008 varð hann av Billboard Magazine kosin at verða tann mest succesríki mannligi solisturin á Billboard Hot Top 100 listanum nakrantíð.