Gera nú eina roynd afturat at fáa útlendingar úr fiskivinnuni

Uppskot er lagt fyri Løgtingið um at forða fyri at útlendingar fáa rættin til okkara fiskatilfeingi

 

Tað er eingin orsøk til at lata útlendingar fáa ein stóran part av tilfeinginum og virðunum í fiskivinnuni.

Tað halda 15 tinglimir, sum nú gera eina seinastu roynd at forða fyri, at útlendingar skulu fáa rætt til at gagnnýta okkara fiskatilfeingi.

Seinasta samgonga samtykti, at útlendingar skulu ikki kunna eiga í fiskiskipum, men tað ætlar hendan samgongan nú at broyta adtur, soleiðis, at útlendingar kunnu eiga ein prosentpart av føroyskum fiskiskipum.

Tí hava hesi 15 tingfólkini, sum eru umboð fyri alla andstøðuna, nevniliga umboð fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at útlendingar ikki skulu sleppa at eiga í fiskiskipum, sum hava rætt til at gagnnýta okkara fiskatilfeingi.

Kristin Michelsen, tinglimur fyri Sjálvstýri, er ikki við í uppskotinum, men hann hevur áður boðað frá, at hann er sinnaður at stuðla samgonguni.

Men hini 15 tinglimirnir í andstøðuni vilja nú hava Løgtingið at samtykkja at útlendingar ikki kunnu eiga í feløgum, ið hava ræði á føroyskum fiskirættindum, ella eiga fiskifar undir føroyskum flaggi.

– Allur eginpeningurin, eisini partapeningurin og ábyrgdarpeningurin, skal vera á føroyskum hondum.

Tey siga, at hetta verður gjørt við eini skiftisskipan fyri feløg, har útlendingar longu eru eigarar, so at tey fáa nøkur ár at eigaraviðurskiftini í rættlag.

– Øll, sum virka í veiðiliðinum í fiskivinnuni, skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Tey 15 tingfólkini staðfesta, at tað er komið greitt fram, at tað er næstan ógjørligt hjá myndugleikunum at hava eftirlit við ognarviðurskiftum í fiskivinnuni, har ið útlendskir eigarar eru uppií.

Tey halda, at allar avdúkingar úti í heim av, hvussu útlendskur ognarskapur fær virðini burturúr samfeløgum við stórum fiskiríkidømi, eigur at prógva fyri okkum, at øll, sum eiga í feløgum, ið reka fiskiskap, skulu búgva her og vera fult skattskyldug.

Nú orðaskifti er um málið, vísa tey eisini á, at tað er stórur munur á at útlendingar hava rætt til okkara fiskatilfeingi og at lata útlendingar eiga í virkjum á landi.