Gera nú Tórsvøll lidnan

Farið er undir síðsta útbyggingarstigið av Tórsvølli í Gundadali. Byrjað er at rigga garðin, sum hoyrdi til Miðstovnin í Gundadali, til byggipláss hjá arbeiðsfólkunum hjá J&K, ið stendur á odda fyri útbyggingarverkætlanini.

 

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at umleið ein triðingur av niðara vølli verður eisini avbyrgdur við hegni og brúktur sum byggipláss. Tað verður væntandi gjørt í næstu viku.

 

Somuleiðis verður ein partur av parkeringsøkinum frá Gundadalsvegnum fram við Miðstovninum niðan móti verandi Tórsvølli avbyrgdur.

 

Jóan Petur Hentze sigur, at fótbóltsfeløgini eru kunnað um, at vøllurin verður brúktur sum arbeiðspláss í sambandi við útbyggingina av Tórsvølli, og at neyðugt verður at gera tillagingar, tá venjingar og dystir eru.

 

Ætlanin er at flyta ein part av venjingunum og dystunum á Tórsvøll, og verður tað neyðugt, so verður virksemið hjá fótbóltsfeløgunum eisini flutt á Argir ella til Hoyvíkar.

 

Roknað verður við, at spælast kann aftur á niðara vølli niðari eina ferð í 2020. Seinasta útbyggingarstigið av Tórsvølli verður væntandi liðugt í februar í 2021.

 

Enn er ikki avgjørt, hvussu verður við gamla Framhúsinum, ið Giza Hoyvík eigur, Bridgehúsinum og húsinum hjá Bragdinum, sum standa við niðara vøll í Gundadali. Heildarætlanin, sum er gjørd fyri Tórsvøll, leggur upp til eitt torg og eitt parkeringspláss, har bygningarnir hjá Bragdinum, Giza Hoyvík og bridgefeløgunum í Havn eru.

 

Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu og feløgini viðgera málið, men ongin endalig niðurstøða er enn gjørd um framtíðina hjá húsunum, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.