Neyðútgongdirnar á Smyrli verður ikki broytt.
Sostatt er greitt, at tað rínur ikki við leiðsluna á Strandferðsluni, at manningin a Smyrli kallar skipið eina deyðsfellu.
Av tí sama hevur leiðslan á Strandferðsluni gjørt av, ikki at ganga eini áheitan frá manningin á Smyrli á møti um at broyta neyðútgongdirnar so tað verður tryggari hjá manningini at verða umborð.
Manningin á Smyrli kennir seg nevniliga so ótrygga við at vera umborð, at tey fýra ikki fyri at kalla Smyril eina deyðsfellu.
Ótryggleikin snýr seg um neyðutgongdirnar, sum ganga frá kømurunum niðriundir, har ið manningin býr, upp á biladekki.
Á Smyrli eru tilsamans átta neyðútgongdir frá kømurunum niðriundir, upp á biladekki.
Fýra eru í afturskipinum, tvær í hvørjum borði og fýra í framskipinum, somuleiðis tvær í hvørjum borði.
Men fyri at gera Smyril tryggari, um vatn skuldi komið í skipið, bleiv onnurhvør neyðútgongd typt.
Í afturskipinum blivu báðar neyðútgongdirnar í bakborði typtar og í framskipinum blivu báðar stýriborði typtar.
Tað hevur manningin onki ímóti í sær sjálvum, tí tað hevur ført til, at Smyrli er blivin munandi tryggari, um sjógvur skuldi komið í hann.
Men tað, sum manningn hevur nakað ímóti, er, at tað bleiv gjørt uppá bíligasta
máta:
Neyðutgongdirnar blivu nevniliga sveisaðar aftur.
Og tað er hetta, sum manningin er so ónøgd við.
Tí nú eru ey fangað í eini deyðsfellu, um tað skuldi hent, at sjógvur kom í skipið, ella at eldur kom í, og at tey verða fangað úti í tí skeiva borðinum, har ið neyðutgongdin er sveisað, tí so sleppa tey ikki upp.
? Hetta er tað sama sum at offra manningina fyri at bjarga skipinum, sigur manningin, sum øll stendur saman um hetta.
Tey siga, at tað er onki sum eitur, at vil illa til, og at tey verða avbyrgd úti í tí ?skeiva? borðinum, er tað tann vissi deyði.
Lúkur ístaðin
Manningin á Smyrli fýlist á, at Strandferðslan ikki hevur sett vatntættar lúkur, sum kunnu latast upp, í neyðútgongdirnar ístaðin fyri at sveisa tær aftur.
? Tí tað loysnina hevði Skipasýnið eisini góðkent.
Manningin á Smyrli hevur tí heitt á Strandferðsluna um at brotið neyðútgongdirnar upp aftur og at seta vatntættar lúkur í ístaðin.
Gera onki
Strandferðslan hevur ikki svarað manningin, men vit hava spurt tekniska stjóran, Magnus Magnussen, hvørja lagnu umbønin frá manningini fær.
Men hann ger greitt, at ætlanin er ikki at broyta neyðútgongdirnar umborð á Smyrli.
? Skipasýnið hevur góðkent neyðutgongdirnar á Smyrli sum tær eru.
?Áheitanin hevur fingið sína viðgerð. Og útfrá teimum upplýsingum, vith ava fingið frá skipaeftirlitinum, er ikki neyðugt at gera meiri við neyðútgongdirnar á Smyrli, tí tær eru góðkendar, sum tær eru.
Men manningin stúrir fyri síni egnu trygd?
? Tað er skipaeftirlitið sum tekur sær av tí og tey hava góðkent neyðútgongdirnar, sum tær eru.
Manningin á Smyrli er sera ónøgd við svarið frá leiðsluni á Strandferðsluni.
Men tey ætla ikki at sleppa málinum uttan víðari.
Tvørturímóti fara tey nú at umhugsa støðuna fyri at vita, hvussu farast skal fram.
M.a. skilst, at ein møguleiki, tey hugsa um, er at leggja málið fyri manningarfeløgini, sum hava fólk við Smyril at vita um tey hava størri eydnu við sær í royndunum at fáa Strandferðsluna at ganga manningini á møti.