Gera sambýli eftir eini meting um tørvin

Tað er ein deild við fakfólki, sum metir um, hvar sambýli til sálarsjúk skal byggjast. Sinnisbati verður tikið við upp á ráð, men tey hava ikki avgerðina, sigur Hans Pauli Strøm

Sálarsjúk

Ætlanin um, hvar eitt sambýli til sálarsjúk skal gerast, verður beinleiðis løgd eftir eini meting um tørvin.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum.
? Sinnisbati verður avgjørt spurt til ráðs og teirra meining verður tikin við í metingunum, men tað er kortini ikki Sinnisbati, sum hevur avgerðandi orðið.
Annars vísur landsstýrismaðurin á, at hann hevur ikki fingið nakað tilmæli um, hvar eitt slíkt sambýli skal vera.
Hann sigur, at tað deildin fyri sinnisveik undir Almanna- og heilsimálaráðnum, sum fyrireikar sambýli.
Hetta er ein deild, sum hevur til uppgávu at røkja alt økið, sum kemur undir sosialsálarfrøði.
Hetta er ein deild við fakfólki, og tað er uppgávan hjá deildini at meta um tørvin, áðrenn ein avgerð verður tikin.
Hans Pauli Strøm sigur at deildin arbeiðir í samstarvi við psykiatriska depilin á landssjúkrahúsinum, sum kennir hvønn einasta sjúkling.
Sostatt er tað ein beinleiðis faklig meting, sum avgerðin verður bygd á og avgerðin verður beinleiðis bygd á, hvar tørvurin er størstur, sigur landsstýrismaðurin.
Og tá ið søkt verður eftir húsum í Norðstreymoy ella í Vágum mugu vit ganga út frá, at hóast sinnisbati metir, at tørvurin er størstur í Suðuroy, metir deildin fyri sinnisveik, at tørvurin er størstur í Norðstreymoy ella í Vágum.
Sí eisini greinina "Ógvuliga vónbrotin av framferðini"