Gera skip við neyðhjálp til Gaza klárt

Eitt skip við neyðhjálp til Gaza er í dag við at vera gjørt klárt til fráferð í Kypros sambært Reuters.

 

Tað verður gjørt sum liður í altjóða royndunum at sleppa undan hugursvanlukku í palestinska Gaza-geiranum, sum hevur verið undir álopum frá Ísrael í yvir fimm mánaðir. 

Ein spanskur hjálparfelagsskapur eigur skipið við neyðhjálp, »Open Arms«. Skipið verður ein partur av tí sjóvegis leiðini til Gaza, sum ES, USA og onnur hava skipað fyri.

##med2##