Gera slóðbrótandi støð til vatnítrótt á Tvøroyri

Har verða fyrsta floks umstøður til allan hugsandi ítrótt, og ítriv, sum hevur við sjógv at gera, men eisini onnur fara at fáa gagna av tí

Nú er ætlanin at gera eina nýggja og slóðbrótandi miðstøð til vatnítrótt á Tvøroyri. Tað er Froðbiar Sóknar Kappróðrarfelag, Tvøroyrar kommuna og Lokale og Anlægsfonden, sum eru farin at menna fyrstu vatnítróttarstøð í Føroyum.  

– Støðin skal gera føroyingar varugar við frítíðarítriv við strendur og hav, og seinasta játtanin upp á 3,8 milliónir, er júst latin, fyri at verkætlanin kann fremjast í verki í ár, sigur Lokale og Anlægsfonden í einum tíðindaskrivi í morgun.

Í dag hevur kappróðrinum á Tvøroyri ringar umstøður. Fýra bingjur innast á  Trongisvágsfirði, eru tað, tey hava at húsast í.

– Her verður útgerð til hondsmíðaðu róðrarbátarnar goymd, og ungu limirnir í róðrarfelagnum hava sett eina gamla sofu í ta einu bingjuna, so at okkurt sosialt stað er at hittast í eftir venjingarnar, siga tey. 

 Men framyvir fer virksemið á fjørðinum og í róðrarfelagnum á Tvøroyri at vera øðrvísi. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, FSR, og føroyingar annars, fáa nú eitt nýtt felagshús til kappróður. Men har verða eisini fyrsta floks  umstøður at royna alt slag av vatnítrótti - frá sjósvimjing, kajakkum, vetrarsvimjing og sauna, kaving, brimfjalum og “stand-up paddle”. 

##med2##

 Jakob Færch, menningarráðgevari hjá Lokale og Anlægsfonden sigur í tíðindaskrivinum, at tað er ein einastandandi støð, sum nú, fer at geva føroyingum atgongd til øll sløg av vatnítrótti. 

Hann sigur, at hetta fer at savna tey, sum hava áhuga fyri sjónum, undir sama taki, og undir sera góðum umstøðum.

– Støðin fer bæði at egga til, og at læra okkum at nýta sjógvin, og í longdini kann tað væl hugsast at, at fleiri støðir verða við føroyskar firðir og strendur, sigur hann.

Eisini Kristin Michelsen, sum er gamal rógvari og sum eisini hevur verið formaður í kappróðrarfelagnum, sigur, at nú fáa tey ein róðrarmiðdepil, og eina miðstøð fyri alla vatnítrótt, sum kann roynast í tí fantastisku náttúruni rundan um Trongisvágsfjørð.

– Ungdómurin í býnum fer at fáa góðar umstøður til kappróður,  og til at betra seg í øllum sløgum av vatnítróitt, sigur hann. Og hansara vón  er, at tað verður við til at gera býin meiri spennandi at venda aftur til, eftir lokna útbúgving.

Tvøroyrar kommuna stuðlar verkætlanini við fígging og rakstri framyvir. Umframt kappróður, verða eisini umstøður til annan vatnítrótt, eins og ítróttarlinjan, og útilívslinjan, í skúlanum á Tvøroyri, eisini fara at nýta støðina. Gongufólk og fjallasúkklarar, sum nýta fjøllini nær húsunum, fara eisini at nýta støðina.

Støðin verður bara 10 metrar frá og ein breið uttandurða trappa fer at lætta um hjá sjósvimjarum, vetrarsvimjarum, teimum sum standa á “stand-up paddle” og tað fer at gera tað lættari hjá árabátum at leggja at.

Ein sauna í fjøruni, til 20-25 fólk, fer at gera tað lokkandi alt árið.

Høvuðsbygningurin verður í trimum hæddum við skiftingarrúmum og brúsurúmum til bæði kvinnur og menn. Har verður vesi til førleikaskerd, stór goymslurúm har pláss verður fyri árabátum, havkajakkum, brimfjølum, kaviútgerð og har verður eisini verkstaður, umframt høli til útgerð til náttúrurannsóknir, súkklarar og gongufólk. 

Har verður eisini køkur, fundarhøli og venjingarhøli við útgerð til styrkivenjing.

Útsýnið verður um allan fjørðin og ímóti fjørðinum verður eisini dómaratorn, har tað sæst út yvir 2000 metra kappróðramálini, sum byrja við felagshúsið. Í gerandisdegnum verður tornið uppihaldsstað hjá ungum, har tað verður møguligt at fara eitt sindur burturfrá. 

Tað er arkitekturin, Kurt Jensen teknað, sum hevur teknað miðstøðina og tað er Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum er byggiharri og mennir verkætlanina í tøttum samstarvi við Tvøroyrar kommunu, og kommunan letur 6,5 milliónir í stuðuli og Lokale og Anlægsfonden letur 3,8 milliónir í stuðuli.