Barnaansing
Vágur: Næsta ár fer Vágs Býráð at gera vøggustovu og barnagarð í Vági.
Tað samtykti býráðið einmælt, nú fígjarlógin varð endaliga samtykt í farnu viku.
Í hesum sambandi hevur Býráðið gjørt av at seta 1,1 millión av til barnaansing, har eitt sindur fer til frítíðarskúlan, men tað allarmesta fer til vøggustovuna og barnagarðin.
Hetta kemur afturat teimum 3,8 milliónunum, ið eru settar av til dagrøktina.
Á Býráðsfundinum uppýsti borgarstjórin Jógvan Krosslá, at stórur tørvur er á vøggustovu og barnagarði í Vági.
Kommunan hevur fingið fleiri áheitanir um at skipa vøggustovu og barnagarð og hann hevði eisini fingið at vita, at fólk í bygdini fóru í ferð við at savna inn undirskriftir til Býráðið við áheitan um at skipa vøggustovu og barnagarð.
Hóast dagrøktin er, riggar tað ikki so væl, at aldursspjaðingin er so stór hjá dagrøktarunum, tí áhugamálini hjá stórum og lítlum børnum eru so heilt ymisk, at tað ber illa til hjá tí einstaka dagrøktaranum at geva øllum eitt fullgott tilboð.
Tí hevur Býráðið samtykt at skipa vøggustovu og barnagarð. Í fyrstu syftu er ætlanin at gera pláss til 20 børn.
Ætlanin er í fyrstu syftu at leiga høli til vøggustovu og barnagarð og onkur høli eru í kikaranum.
Men sum frálíður, tá ið fíggjarligu umstøðurnar í Vági batnað, er ætlanin at byggja á einum stykki, sum kommunan eigur Yviri við Kráir.