Umstøðurnar kunnu illa verið nógv øðrvisi í mun til steypafinaluna, tá SÍ liðið hjá monnum so gott sum tryggjaði sær pláss í steypafinaluni leygardagin. Í lítlu og trongu høllini í Sørvági tóku sørvingar móti Fleyr, sum skuldi vinna dystin fyri at hava nakran veruligan møguleika stjala finalu plássið frá SÍ.
Í mun til steypafinaluna eru bara nakrir og tjúgu áskoðarar, umframt at fyrstu av kvinnunum hjá Mjølni og SÍ eisini eru í høllini.
- Hey, sigur ein fitt barnarødd við ein SÍ spælara, sum skal serva.
Áskoðarnir grína og tað ger spælarin eisini til eitt vist. Í steypafinaluni var torført at hoyra hvønn annað. Eisini illbønirnar verða varpaðar út í hvørt horn í høllini. Tað kostar millum annað SÍ venjaranum, Rajko Petrovic eitt gult kort, tá hann er ósamur við dømingina.
Tað er somuleiðis torført at greiðu á hvat støðan er, tá tú hevur sett teg niður. Her er ongin stór talva, sum vísur støðuna, og ongin hallarfrásøgumaður,ið rópar støðuna upp hvørja ferð bólturin brestur í gólvið.
- Tað er 18-18, sigur ein ung genta, sum hevur fingið til uppgávu at renna tvey trý fet inn á vøllin fyri síðani at skeita yvir á dómaraborðið, sum er á somu síðu , sum teir uppstillaðu stólarnir. Tað er ein rekkja stilla upp, og liðini hava nakrar hvør, so tað eru bara áleið 20 siti pláss í høllini.
Eftir eina viku í ljósinum í føroyska ítróttar- og fjølmiðlaheiminum er aftur dagligidagur í føroyskum flogbólti.
Stórur munur á
Filip Gram var sjónligur á vøllinum í steypafinaluni, og tað var hann aftur leygardagin. Hann er ágrýtin og er ikki bangin fyri at vísa kenslur tá hann spælir. Hann angrar seg, tá okkurt miseydnast,, men er eisini sjónliga glaður, tá tað eydnast. Hann ásannar eisini, at tað er ikki tað sama at spæla í landskappingini, sum í eini steypafinaluni.
- Tað er stórur munur á. Serliga eru tað áskoðararnir, sum gera mun. Høllin her er eisini so lítil, at tú eitt nú ikki ger hoppi servir, greiður Filip Gram frá eftir dystin.
Tað bleiv eisini heitt í høllini á Hálsi fyri eini viku síðan, og tað metir Filip gjørdi ein mun.
- Bólturin ferðast longri tá tað er heitt. Í mun til steypafinaluna, so haldi eg ikki at vit kiksa eina servu tvey tey fyrstu settini, greiður Filip Gram frá.
SÍ er omaná leikliga og hóast tað er javnt í løtum, so skjótt greitt, at sørvingar eru omaná. Teir hava fingið blóð upp á tonna eftir góða avrikið í steypafinaluni móti greiða oddaliðnum úr Fuglafirði, men teir er greiðir yvir, at ÍF framvegis er favorittur.
- Til steypafinaluna vóru vit fullmannaðir og tað var tann besti dysturin vit hava spælt móti ÍF í hesum kappingarárinum, sigur Fillip Gram.
- Tað er ein fyrimunur, at vit eru undirtippaðir móti ÍF. Alt trýstið er á teimum og teir vita at teir skulu vinna, sigur Filip víðari.
Pílurin peikar uppeftir
SÍ er eitt felag á veg fram hjá monnunum. Teir vunnu steypagull í dreingir 14 og dreingir 16, meðan unglingarnir fingu silvur.
- Vit hava fleiri ungar spælarar, sum eru á veg fram. Tað er sjálvandi torført hjá teimum at spæla í eini steypafinalu, men tað kemur við tíðini, vísur Filip Gram á.
Á SÍ liðnum eru fleiri heilt ungir spælarar, sum ikki vóru at síggja í finaluni. Mett verður, at teir eru so ungir, at teir møguliga høvdu knekka undir stóra trýstinum til steypafinaluna. Leygardagin fingu fleiri teirra møguleikan.
- Vit hava mist onkrar profilar, meðan aðrir ikki kunnu verða við hvørja ferð. Vit taka fleiri ungar upp og eg var eitt sindur skeptiskur undan kappingini, men tað hevur bara rigga væl, sigur Filip Gram, meðan Rajko Petrovic kemur yvir og sigur eitt hvørt skemtingarsamt.
- Um Rajko megnar at blíva við at skapa so góðar ungar spælarar, so hevur SÍ í eina bjarta framtíð, sigur Filip.
Sjálvur spælir hann við aðrari ermuni uppi, so allur armurin er sjónligur.
- Eg havi fleiri ferðir spurt um fá troyggju uttan ermar, tí tað órógvar. Men nú havi eg bara rivið hana av, sigur Filip Gram og flennur.
Tað var eftir sigurin ikki greitt, um SÍ sigrinum hevur vunnið sær pláss í FM finaluni, men tað hvørtfall nær og sannlíkt, at FM finalan hjá monnum verður ein endurtøka av steypafinaluni millum ÍF og SÍ.
Mjølnir vann kvinnudystin
Tá mannfólkadysturin var liðugur komu kvinnu liðini hjá SÍ og Mjølni á vøllin. Karin Mikkelsen var ikki við fyri SÍ, men sørvágskvinnur góvu Mjølni ein skarpa gang. Í fyrsta setti var Mjølnir omaná, men í øðrum setti gekk illa. SÍ vann 25-19 og Mjølnir gjørdi fleiri mistøk. Oddaliðið megnaði tó at venda dystinum til egnan fyrimun og vinna 3-1.