Gerhard enn í samgonguni og í Javnaðarflokkinum

Gerhard Lognberg vil enn einki siga, um hann tekur seg úr samgonguni ella Javnaðarflokkinum

POLITIKKUR

 
Hóast Alfred Olsen hevur valt at taka seg úr samgonguni, og Karsten Hansen hevur tikið seg úr Tjóðveldisflokkinum, av tí at Løgtingið herfyri samtykti at broyta §266b í revsilógini, so hevur Gerhard Lognberg í Javnaðarflokkinum, ið hevur mótmælt eina harðast ímóti hesi lógarbroyting, enn ikki valt geva leggja sjógv millum seg og sínar samstarvsfelagar.
- Um tað verður nakað, so skal eg nokk siga frá, er stutta svarið hjá Gerhard Lognberg, tá hann verður spurdur, um hann fer at lata lógarbroytingina fáa avleiðingar. Meira vil hann ikki siga. Í seinastu viku segði hann seg ikki hava tikið støðu, um hann fór at taka somu stig, sum Alfred Olsen ella Karsten Hansen.