Gerhard hevur føðingardag og bókaframløgu í morgin

Tiltakið, sum byrjar klokkan 18 í annaðkvøld, verður soleiðis bæði føðingardagur og bókaframløga, har øll eru hjartaliga vælkomin

Sagt verður, at hetta er ein ævisøga við hjarta - um mótloysi og sigrar á lívsleiðini hjá Gerhardi Lognberg

Gerhard Lognberg hevur nú latið úr hondum endurminningar í bók, sum hevur fingið heitið "Stríðið er vunnið".

 

- Øll møta vit brotasjógvum á lívsleiðini. Nú fortelur Gerhard endiliga sína søgu - um uppvøksturin í Skopun, um lívið, politikk og menniskjuni aftanfyri alt.

 

Sagt verður um bókina, at hetta er ein ævisøga við hjarta - um mótloysi og sigrar á leiðini.

 

Gerhard Lognberg fer at halda 75 ára føðingardag í Samljóði í Skopun í morgin, fríggjadagin hin 31. oktober, og tá fer hann eisini at signera bøkur, sum verða seldar við avsláttri við høvið.

 

Fyrrverandi løgtingsmaðurin og borgarstjórin í Skopunar kommunu gjøgnum mong ár er føddur hin 1. november í 1950.

 

Tiltakið verður soleiðis bæði føðingardagur og bókaframløga, har øll eru hjartaliga vælkomin, og tiltakið verður í morgin frá klokkan 18 og úteftir. 

 

##med2##

 

Bókin "Stríðið er vunnið" kostar 300 krónur, men hon fæst við 20 prosentum í avsláttri og signering í Samljóði í annaðkvøld.

 

Nýggja og forvitnisliga bókin við endurminningum hjá Gerhardi Lognberg verður annars til sølu á hesum støðum: 

 

* Hjá Rólant, Sandur

 

* Rit og Rák, Tórshavn

 

* Gamla Bókhandil, Tórshavn

 

* Bókabúðini, Saltangará

 

* Elding, Klaksvík

 

* Tangabúðini, Tvøroyri

 

 

Sagt verður, at hetta er ein ævisøga við hjarta - um mótloysi og sigrar á lívsleiðini hjá Gerhardi Lognberg