Gerhard sigrar í Sandoynni

Sambært nýggju spurnarkanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, kundi hugsast, at um val var í dag, høvdu stórar broytingar hent í summum av gomlu valdømunum, samanborið við seinasta val

Skrivað hevur Eirikur í Jákupsstovu


Í Sandoynni sýnast tað, at veljararnir hava mist álitið á Tjóðveldinum. Við tað, at flokkurin er farin frá at hava nærum ein triðing av atkvøðunum, til av vera farnir niður í umleið helvtina av tí. Tað vil siga ein sættapart. Hinvegin er Javnaðarflokkurin vaksin úr umleið einum fimtaparti heilt upp í eina lítla helvt.

Burturúr hesum hava vit eina greiða ábending um, at Gerhard Lognberg er yndispoltikari sandoyinga. Harafturat gevur kanningin eisini ábendingar um, at Páll á Reynatúgvu, við at akta flokk sín í tunnilsmálinum, veruliga hevur mist ein stóran part av sínum veljarum á Sandoynni.

Eisini ábendingar um, at tað er størri álit á Fólkaflokkinum á Sandoynni, enn seinast val var, tí Fólkaflokkurin er farin úr einum sættaparti, heilt upp í ein stóran fimting. At enda kann nevnast um gamla Sandoyarvaldømi, at av teimum spurdu, var ein heilur fimtapartur, ið ikki vita hvat tey høvdu valt, um val var í dag.


Suðuroy

Í Suðuroynni, sum vanliga er háborg Javnaðarfloksins, er líkt til, at fólkið hevur mist nógv fyri flokkinum. Kanningin vísir, at flokkurin er farin frá at hava ein triðingi av atkvøðunum, til at bert hava ein fimtapart. Harafturat er Fólkaflokkurin vaksin eitt vet, meðan Tjóðveldi er minkað sindur. Afturat hesum er støðan í Suðuroynni ikki broytt nakað serligt síðani seinasta val.


Lítið broytt

Kring restina av landinum, eru sambært spurnarkanningini, bert lítlar broytingar hendar í hugsanini hjá fólki síðani valið í vetur. Tó síggja vit, at javnaðarflokkurin gongur aftur í øllum teimum gomlu valdømunum, við upp ímóti umleið tíggju prosentum, sum var munurin í Norðoyggjunum. Men havast má í huga, at í kanningini var ein tíggjundapartur, sum enn ikki veit hvat tey høvdu valt.

Úrslitið má takast við fyrivarni, tí grundarlagið er í summum førum lítið.