Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, óttast fyri, at liðskiparin, Steven Gerrard, ikki verður førur fyri at spæla aftur hetta kappingarárið. Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, hevði vónað at verið við í dystinum móti West Bromwich Albions um vikuskiftið, men undir venjingini fríggjadagin fekk hann aftur ilt í lyskuna.
Hann hevði annars verið undir skurði fyri skaðan í lyskuni, og var væl ávegis at verða klárur aftur, tá óhappið hendi fríggjadagin.
Nú er vandi fyri, at Gerrard ikki verður klárur aftur hetta kappingarárið.
Hetta kemur oman á, at Dalglish hevur mist høgra bakkin, Glenn Johnson og Daniel Agger í dystinum leygardagin móti West Brom, báðir við skaða.
30 ára gamli Steven Gerrard varð undir skurðviðgerð 11. mars, og hevur bert leikt 8 av seinastu 18 dystunum hjá Liverpool, skrivar The Sun.