Gerst fólkatingsvalið 11.3.98 eitt lagnuval?

Góðu føroyingar, landsmenn, veljarar í Sandoyar valdømi. Í ár verður bæði fólkatingsval og løgtingsval. Alt týðir upp á, at hesi val kunnu gerast okkum føroyingum sonn lagnuval. Tí valini koma at standa um loysing frá Danmark ella framhaldandi ríkisfelagsskap við Danmark

Góðu føroyingar, landsmenn, veljarar í Sandoyar valdømi. Í ár verður bæði fólkatingsval og løgtingsval. Alt týðir upp á, at hesi val kunnu gerast okkum føroyingum sonn lagnuval. Tí valini koma at standa um loysing frá Danmark ella framhaldandi ríkisfelagsskap við Danmark.

Eftir at Føroyar fyrst í nítiárunum hava verið ígjøgnum tað størstu búskaparkreppu, sum vit kenna í nýggjari tíð, so hava vit nú havt eina sanna øsingartíð móti dønum orsakað av gøluni í samband við umbýtið av partabrøvunum í Føroya Banka.

Hetta mál má loysast sum skjótsat við at danir gjalda okkum endurgjald fyri tapini í samband við hatta partabrævabýtið. Her eru vit flestu føroyingar samdir.

Men at krevja loysing frá Danmark nú, tað er at spæla við vælferð føroyinga, og tað vil Javnaðarflokkurin ikki. Javnaðarflokkurin setur føroya fólk og tess vælferð fram um kenslubornu herrópini um loysing. At loysa nú og dylja avleiðingarnar er ábyrgdarloysi.

Í tí støðu, vit eru í nú, missa vit við loysing øll rættindini, sum vit hava via ríkisfelagsskapin, og tað merkir eina so stóra niðurgongd í livivilkorum her á landi, at seinasta kreppan ikki røkkur sum málistokkur.

Í Danmark hava vit fíggjað landskassaskuld okkara upp á umleið 6 milliardir, umframt kommunuskuldina upp á umleið 1 milliard krónur, og so gjalda danir umleið 100 milliónir beinleiðis til rakstur fyri ikki yvirtikin málsøkir. Alt hettar skulu vit sjálvir gjalda, um leyst verður, og við hvørjum skulu vit gjalda, ella hvar skal sparast. Har hava teir einki svara higartil. Harumframt hava allir føroyingar somu rættindir í Danmørk, sum danir hava. Heilsuliga kunna vit nýta ríkissjúkrahúsini í Danmørk uttan gjald. Og tonk upp á virðið á føroysku krónini, um hon ikki fylgdi tí donsku? Vit fáa galuperandi inflatión, sum tað var í Íslandi.

Missa vit hettar, so er fári fyri, at vit fáa búskaparkreppu aftir, so tað forslær, og fylgjan av hesum verður, at vælferðarsamfelagið syndrast. Tá fara nógvir føroyingar at flyta av landinum.

Og at taka loysing, sum summir flokkar vilja tað, men lata Danir gjalda fyri loysingina, tað er bæði óveruligt og mannminkandi.

Tann føroyski Javnaðarflokkurin vil tí, at vit vera verandi í ríkisfelagsskapinum við Danmark, tað tænir okkum best. Men vit hava einki ímóti at endurskoða heimastýrislógina, sum er fimti ára gomul. Er undirtøka fyri at fáa eina nýggja lóg, sum ber meira á sjálvstýri, so vil Javnaðarflokkurin tað eisini, og tí er uppskot á løgtingi um stjórnmálanevnd.

Men frá loysingini vendist ikki aftur. Tí er valið so avgerðandi. Eingin flokkur hevur ein so skilagóðan politik, ein so miðsavnandi politik á hesum øki, sum Javnaðarflokkurin. Vit fara ikki at »gambla« við vælferð floksins.

Føroyingar, standið tí saman um Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið. Vísið harvið loysingarflokkunum, at eingin meiriluti er í Føroyum fyri teirra politikki.

Gott val