Uni Holm Johannesen
Toftamenn fóru aftur ósigraðir av vøllinum um vikuskiftið. Og tað er nær um gerandiskostur eftirhondini. Dysturin á Argjum leygardagin var hin sjeyndi upp í slag, har B68 fekk stig.
AB hevur annars staðið seg væl á heimavøllinum í hesum kappingarárinum. Men toftamenn løgdu líka í hagtølini og greiddu sína skyldu – og meira enn tað. Úrslitið varð 3-0, og tað kom óvart á fleiri.
Málini
Og tað gingu ikki fleiri enn fýra minuttir, áðrenn B68 legði seg á odda. Pól Jóhannus Justinussen, sum í miðvikuni var við í sigrinum hjá U21-landsliðnum móti Russlandi, var als ikki ansaður, tá hann setti høvdið á bóltin, sum Øssur Hansen hevði sent innfyri úr vinstru.
Fimm minuttir eftir hvíldina noyddist málverjin Tórður Thomsen aftur í málið eftir bóltinum. Hesaferð var Dánjal Pauli Højgaard málskjútti. Ahmed Keita rann framvið fleiri mótstøðuleikarum, áðrenn hann lat Højgaard bóltin. Hann slapp sær inn um brotsteigarmarkið í høgru og smekkaði til úr spískum.
Keita staðfesti sigurin, tá tólv minuttir restaðu í. Framherjin var fyrstur á bóltinum eftir fríspark, og tá mótstøðuleikararnir ikki fingu bóltin av honum, kundi hann lættliga senda í netið, umvegis stólpan.
Uppiborið
Tað vildi verið løgið, um greiði sigurin hjá toftamonnum ikki var uppiborin. At vinna við trimum málum móti ongum sigur oftast alla søguna. Og dysturin á Argjum leygardagin var einki undantak.
AB royndi tó at søkja at. Serliga í fyrra umfarinum vóru teir ágangandi í løtum og settu gestirnar undir trýst. Eitt nú var Nikolaj Eriksen nær við, tá hann úr góðari støðu sendi upp um málið.
Í verjustøðu stóðu toftamenn seg væl. Undan steðginum var heimaliðið nógv á bóltinum, men heimaliðið fekk lítið pláss at spæla á. Tað kundi ikki sigast um argjamenninir í støðum.
Serliga í seinna og triðja málunum var AB sera óansið, tá Keita slapp at reika við bóltinum, sum hann vildi.
Ransin N. Djurhuus var dómari á Argjum leygardagin, og hann kom væl frá uppgávuni. Einu ferðina vóru argjamenn hvassir mótvegis dómaranum, tá teir mettu, at bólturin rakti hondina hjá Ndende í feltinum. Men floytan tagdi, og AB fekk einki brotsspark. Ein avgerð, sum ikki var røtt.
Standa sína roynd
Mikudagin vitjar EB/Streymur á Svangaskarði. Og tá fæst at vita, um tað verður B68 ella sundalagsmenn, sum fara at renna aftaná oddanum komandi tíðina. Við sigrinum á Argjum leygardagin lyftu toftamenn seg á fjórða plássið í Vodafonedeildini. Fimm stig eru til heiðursmerkjaplássini, og ein sigur er alneyðugur, um liðið framvegis skal verða við í kappingini um evropeisku plássini.
AB skal varðveita sætið í deildini. Tað er málsetningurin. Og sum uppflytari kanst tú altíð rokna við, at tú verður flongdur viðhvørt. Soleiðis varð leygardagin. Tað er eingin orsøk at fella í fátt, og longu mikukvøldið hevur liðið møguleikan at reisa seg aftur: Tá vitjar AB í Fuglafirði.