Fótbóltur
Intensiteturin var toppuppgerð verdugur, tá ið HB vitjaði á Skála. Stóran part av tíðini var Skála frammanfyri, men seinna partin av seinna umfarinum var um reppið, at HB fekk teir aftur. Í roynd undan lotinum at leggja trýst á fyri at javna, tveittu teir mest sum alt fólkið fram. Tveir minuttir undan leikloki spurdust tvey horna burturúr. Í fyrra førinum var um reppið, at bólturin fór í Skála málið, men hann varð beindur til nýtt horna.
Í seinna førinum megnaði heimaliðið at skovla bóltin út úr brotsteiginum. Jónhard Frederiksberg setti ferð á, kapprann við HB verjuna, men varðveitti samstundis yvirblikkið, spældi í høgra borð til Boga Gregersen, sum rak eitt sindur og spældi fram í høgru til innskifta og raska Róa Jacobsen, sum legði flatt í brotsteigin, hagar Jónhard Frederiksberg var komin.
Tá ið hann við innaru síðuni smekkaði upp undir nettakið, var um reppið, at takið fór oman av innara partinum av nýggja skýlinum. Málið tryggjaði Skála øll stigini, og so nyttaði tað HB einki, at trífaldi málskjúttin hjá teimum, Rasmus Nolsøe, við rimmar sparki sendi í kassan í evstu løtu av nógv longdu leiktíðini, sum Lassin Isaksen hevði lagt afturat, tí heimaliðið í 2. hálvleiki hevðí døllað sær so nógv.
Sjey mál boða frá undirhaldi, og tað er harafturat merkisvert, at flestu málini vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður.
Heimamenninir betri upplagdir
Serliga í 1. hálvleiki, tá ið Skála hevði nógva vindin undan, var høgættin ikki blíð. Spælið var darvað, og HB hevði meiri enn ilt við at fáa tingini at hanga saman. Skálamenninir vóru nógv meiri avgjørdir og sannførandi í nærdystunum. Onkur á HB liðnum var mest sum blindur ferðamaður, og einir tveir lyklaspælarar tóktust hugsa meiri um at illneitast inn á liðfelagarnar og serliga dómaran, ið hevði torføra uppgávu, enn at spæla og serliga stríðast, sum tað var alneyðugt at gera.
Stóri maðurin á heimaliðnum var miðvallarin Pauli G. Hansen. Liðformaðurin gekk undan í stríðnum, hann bakkaði væl upp, fangaði eina ótrúliga rúgvu, og so megnaði hann saman við Nenad Stankovic, Pæturi Dam Jacobsen og Hanus Thorleifsson miðvallaruppgávurnar væl betri enn HB miðvøllurin, har Kári Nielsen var einsamallur um at vísa tað, sum eigur at kunna roknast við av meistaraliði.
HB verjan var orsaka av kynkinum á miðvøllinum undir stórum trýsti, og málverjin hevði trupulleikar í 1. hálvleiki. Skála fekk hol á, eftir at HB í vinstra verjuborði hevði givið óneyðugt innkast. Tað varð tveitt inn í málteigin, og eftir tvær ferðir aftur og fram sendi miðverjin Rúni Rasmussen upp í málhornið.
Einasta HB hóttanin var Tór-Ingar Akselsen. Hann fekk lítlan og ongan stuðul, men hann megnaði framúr væl sjálvur at skapa sær møguleikar. Fleiri ferðir kendu mótstøðumenninir seg noyddar at taka beinini undan honum, og tað var eftir sovorna støðu, at Rasmus Nolsøe á hálva tímanum úr tjúgu metrum sendi upp um manngarðin og í kassan.
Skála helt fram at trýsta, og eftir tvær deyðbóltsstøður fingu teir eftir lítlari løtu tvey mál afturat. Í fyrra førinum legði Iulian Florescu innfyri úr vinstru, og Rúni Nolsøe var so óheppin at stýra bóltinum í egið mál, og í seinna førinum misti málverjin bóltin út til Milic Curcic eftir langa frísparksframlegging.
Tóku hvassasta vápnið burturúr
Í 2. hálvleiki var væl minni vindur, enn tað hevði verið. HB royndi at leggja trýst á, og tað myndaðist skjótt soleiðis, at álopsspælararnir hjá Skála arbeiddu nógv í verjupartinum samstundis sum skálamenn støðugt hóttu við at fara í kontra við fleiri monnum. Tá ið umfarið var átta minuttir gamalt, skifti HB báðar álopsspælararnar út. Harvið slapp Skála undan Tór-Ingar Akselsen, sum hevði verið støðug hóttan.
Heine Fernandez setti seg sjálvan á vøllin. Hann flutti seg ikki nógv, men hann megnaði væl við rygginum móti mótstøðumálinum við beinum, høvdi og bringu at temja til liðfelagarnar, sum royndu við langskotum, uttan at tey vóru serliga neyv.
Skála hevði møguleikar at økja um leiðsluna, men HB fekk um endan, tá ið Rasmus Nolsøe úr 35 metrum sendi fríspark upp um manngarðin og umvegis tvørtræið og í kassan. Tá fóru teir at vísa viljan, sum skuldi til. Men 2. umfarið var undirstriking av tí, sum hevði verið at sæð undan steðginum, og tað var, at HB liðið ikki var í javnvág. Jákup á Borg hevur royndirnar og førleikan til væl størri leiklut enn at vera verjukendur vongverji, og tað er serliga sjónskt, tá ið hvørgin síðuspælarin á miðvøllinum megnaði at røkka til baklinjuna og leggja innfyri.
Kortini boðar tað eisini frá formati, at tað í sovornari støðu eydnast næstan at koma afturíaftur. Síðstu løtuna vóru Jákup á Borg og Rasmus Nolsøe ofta í Skála brotsteiginum, og sera arbeiðssami Pætur Dam Jacobsen var eyka miðverji hjá heimaliðnum. Hann og liðfelagarnir drógu longra stráðið. Tað varð staðfest, tá ið Jónhard Frederiksberg í skjótum álopi framvið næstan manntómu HB verjuni skoraði til 4-2.