Tað er ikki bara í Føroyum, at nógv fólk velja at geva skyldfólki og vinum eina bók í jólagávu. Soleiðis er eisini í Íslandi. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri útgevarafelagið har, vísir, at 66,6 prosent av teimum spurdu góvu bøkur í jólagávu seinastu jól.
Útgevarafelagið hevur gjørt tilsvarandi kanningar fyrr, og tær vísa, at støðugt fleiri velja at geva bøkur í jólagávu.
Íslendingar hava eisini nógvar bøkur at velja ímillum. Í Bókatíðindum, sum útgevararnir geva út upp undir jól, eru ikki færri enn 842 bøkur í ár. Tá Bókatíðindi komu út fyrst ferð í 1991, vóru bøkurnar 405 í tali, skrivar Morgunblaðið.