Geva íslendingum hundraðtals føroyskar fløgur

Tá Gissur Patursson fer til Íslands til AME tiltakið um vikuskiftið, hevur hann tvey kuffert við sær – proppað við fløgum við føroyskum tónleiki, sum er ein gáva til íslendingar

TÓNLEIKUR: - Hetta er eitt win-win projekt, sum skal gagna báðum pørtum. Vit merkja tað, at føroyingar hava undanvind í Íslandi, og vit føla, at tað ber til at vinna føroyskan tónleik fram á íslendska marknaðinum á henda hátt.
Soleiðis sigur Gissur Patursson, sum í hesum føri umboðar Framleiðslufelagið fyri føroyskan tónleik – t. e. føroyska Gramex-deildin, stuðlað av EIK og Expert. Tey hava sett sær fyri at taka allan føroyskan tónleik við sær til Íslands at geva íslendskum miðlum. Tvey eintøk verða av hvørjari fløgu, eitt eintak í hvørjum kufferti. Annað kuffertið fær íslendska Ríkisútvarpið – og fer tað í felags savnið hjá RUV og Rás2, hitt verður latið onkrum øðrum – eftir nærri avtalu við heimildarfólk á staðnum, so tað gagnar á bestan hátt.
Gissur Patursson sigur, at tey higartil hava fingið samstarv við ymsar útgevarar um hetta, eitt nú Tutl, 3’aran/Expert, Evangelisku røddina og Pegasus. Hesi lata tvey eintøk av hvørjari útgávu.
- Men vit vilja fegin hava øll við og øll sløg av tónleiki, alt fra kvæðum og skjaldrum til rocktónleik, sigur Gissur Patursson.
Hann sigur, at íslendsku miðlarnir við hesum fáa allan føroyskan tónleik í søvn síni, og at tey tí uttan hóvasták kunnu leita tónleikin fram í databasum sínum.
- Eg havi so mangan verið úti fyri, at fólk í íslendskum miðlum ringja til mín fyri at fáa fatur á onkrum føroyskum lag. Nú verður lættari, tí nú hava tey beinleiðis atgongd til tónleikin.
Gissur Patursson sigur, at AME tiltakið um vikuskiftið er eitt upplagt høvi hjá føroykum soleiðis at fáa allan føroyskan tónleik inn í íslendsku miðlarnar. Hann vísir eisini á, at vit hava nógv lættari atgongd til síkt í Íslandi, tí tað hevði valla borið til soleiðis at komið inn á danska ella svenska marknaðin við einum slíkum forholdsvís einføldum tiltaki.
Gissur Patursson heitir á øll, sum hava givið føroyskan tónleik út, um at venda sær til sín, so tey kunnu fáa tvey eintøk av øllum útgávunum við í savnið – so íslendskir miðlar fáa eitt so fullfíggjað savn av føroyskum tónleiki, sum til ber.