Gevast við Grønadammi fyri veturin

Hugnaøkið við Grønadamm yvir við Strond í Havn steðgar nú fyri veturin. Ætlanin er at gera hugnapláss, og at gera økið klárt til at fólk kunnu dippa, svimja og grilla, og hvat mann annars kann finna uppá

– Nú runda vit av fyri í ár, og so má arbeiðið standa sína roynd í vetur, sigur Brynjolvur (Bynne) Lamhauge, sum saman við Einar Djurhuus hevur staðið fyri arbeiðnum at fáa Grønadamm aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Lesið eisini: Grønidammur yviri við Strond í Havn sum hvarv

 

– Vit vóna at kunna runda av í dag. Tá várið kemur fara vit vónandi undir at gera tann meira brúkaravinarliga partin, sum snýr seg um at gera eitt hugnapláss omanfyri, og at gera økið klárt til at fólk kunnu dippa, svimja og grilla, og hvat mann annars kann finna uppá, sigur Bynne.

 

##med2##

 

Seinastu dagarnar hava teir báðir fingið serkøna hjálp frá Katrin Iversen, sum hevur lagað stóra grótið við eini 40 tons maskinu hjá Spf. Plan. Hetta arbeiðið hevur gingið sera væl, sigur Bynni.

 

Ætlanin er annars, at økið skal gerast atkomuligt fyri øll, og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum.

 

Grønidammur liggur skamt innan fyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í upprunastand.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##