Gevst við at spæla solo

Høgni Hoydal er alt annað enn fegin um framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm. Hann heldur málið er best tænt við at enda á landsstýrisborði aftur, so málið ikki dettur niðurfyri, tí tað er tað ov týdningarmikið til, sigur formaður Tjóðveldisfloksins.

Virkandi løgmaður, Høgni Hoydal, er alt annað enn fegin um framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm í málinum um nýggja lóg um seming og loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum. Hann slær fast, at Tjóðveldisflokkurin er fullkomiliga samdur í, at broytingar skulu fremjast á arbeiðsmarknaðarøkinum, men flokkurin heldur, at málið hevur fingið ein serstakliga óhepnað byrjan.
? Vit hava fleiri ferðir á landsstýrisfundi heitt á Bjarna Djurholm um at fara hovliga fram í málinum, tí annars kundi hann skjótt fáa trupulleikar, og tað er nú júst tað, sum er hent, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at tað er beinleiðis óheppið, at landsstýrismaðurin er farin til fjølmiðlarnar at siga sína persónligu hugsan, áðrenn ferð er komin á veruligu viðgerðina av málinum. Hann vísir á, at Bjarni Djurholm við tí framferðarháttinum ger tað alsamt torførari at fáa ein ordiliga viðgerð av málinum, sum tað hevur uppiborið
Høgni Hoydal sigur eisini, at Bjarni Djurholm ber beinleiðis ósannindi fram, tá hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin á landsstýrisfundi hevur bundið seg til, at flokkurin er samdur við ætlaninum við lóggeva fyri føstum gerðarrætti hjá landsstýrismanninum. Tjóðveldisflokkurin hevur bert givið landsstýrismanninum grønt ljós at halda á við viðgerðini av málinum.
Virkandi løgmaðurin vísir á, at Bjarni Djurholm kann ikki halda Tjóðveldisflokkin til svars fyri síni persónligu hugsan á økinum, og sigur í sama viðfangi, at á landsstýrisfundi verður ikki nakað endaliga samtykt, sum vit kenna tað í løgtinginum, men talan er heldur um kunnandi fundir, har lagt verður fram, hvussu tey ymisku málini ganga.

Koyrir sjálvur
Høgni Hoydal ásannar, at hann beinleiðis er troyttur at framferðarháttinum hjá Bjarna Djurholm. Hann tekur Postverkið, Landbúnaðarmálið og Framtaksgrunnin um mál, har landsstýrismaðurin í vinnumálum beinleiðis brýtur avtalur, og at hann spælir fullkomiliga solo, og hann biður landsstýrismannin alt fyri eitt gevast við tí.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at málið um arbeiðsmarknaðin er av so stórum týdningi, og tað má fáa eina virðiliga viðgerð. Hann heldur, at málið í løtuni er stórliga merkt av hvørjum hugsanum, Bjarni Djurholm sjálvur hevur, og ikki hvørja áskoðan samgongan hevur.
?Bjarni Djurholm er landsstýrismaður fyri alla samgonguna, fyri Føroya land og politisku skipanina, og ikki bara seg sjálvan, og tað átti hann, at lagt sær meira í geyma, sigur ein avgjørdur Høgni Hoydal.

Á landsstýrisborð aftur
Høgni Hoydal heldur einastu loysnina á málinum verða, at málið aftur kemur fyri á landsstýrisfundi..
-Málið má fyri alt í verðini ikki detta niðurfyri, tí tað er greiður politiskur vilji fyri at fremja broytingar á økinum, og hóast tað er greitt, at øll ikki verða samd, ikki minni týdningarmikið er tað, at vit hava ein dialog við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um uppskotið, sigur Høgni Hoydal at enda.