Leygarkvøldið hittast aftur kvinnurnar í felagsskapinum Aglow til fundar í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Á fundinum í annaðkvøld fer Elsa í Garði at siga frá um Fanny Crosby, sum livdi frá 1820 til 1915.
Hóast sløk 100 ár eru farin síðani deyða hennara, hevur Fanny enn týdning og gevur enn íblástur fyri kvinnur anno 2007.
- Fanny hevði eina sterka persónligheit. Bara tað at hon sá tað sum eitt vælsignilsi, at hon var blind, sigur ikki so lítið, sigur Aglow í einum tíðindaskrivi.
Hon skrivaði sum nevnt ein hóp av sangum, og millum teir kendastu munnu vera Sælasta vissa og Søguna sig mær um Jesus.
Fanny gjørdist blind stutt eftir at hon var fødd, men hon gav ikki upp av hesi orsøk. Júst hetta hevur verið við til at geva øðrum kvinnum íblástur til at halda á og ikki geva upp, um tær møta mótgongd.
Elsa fer á fundinum leygarkvøldið at greiða frá tá Fanny Crosby var barn, um arbeiði hennara, um kærleika, hjúnalag, talentir, lyndiseyðkenni og annað.
Sjálv er Elsa sera spent til hetta kvøldið. Hon vónar hon at nógvar kvinnur koma.