Mamman úr træi leggur sínar armar um barnið, so tað næstan hvørvur inn í fjálga favnin. Eina løtu tykist tað næstan sum, at blóðið dukar inni í grásvørtu træ-æðrunum, sum eins og vevja skurðmyndina saman.
Listamaðurin Oggi Lamhauge kínur mammuna oman eftir rygginum.
- Børnini elska hesa skurðmyndina, sigur hann og setir seg á gólvið við síðuna av træskurðinum hjá Fridtjof Joensen.
Og tað er týðiligt, at Oggi Lamhauge eisini elskar at greiða frá skurðmyndini eins og øllum hinum dýrgripunum, sum goyma seg á Listasavninum.
Tí var tað eisini ein ynskidreymur, tá hann herfyri fekk starv sum tann, ið skal geva so nógvum, sum til ber, møguleika at uppliva listaskattin á savninum. Listamiðlari, er heitið á starvinum hjá Oggi Lamhauge, og einum slíkum hava vit leingi havt brúk fyri í Føroyum, heldur hann.
- Í so nógv fólk líða næstan av listafobi, tí tey halda, at list bara er fyri tey klóku ella gudar ella absolut skal líkjast onkrum ávísum. Og tað er stórt spell, tí øll kunnu fáa stórar listarligar upplivingar - summi skulu bara hava eitt lítið skump, sigur Oggi Lamhauge.
Lækkar gáttina
Nýggi listamiðlarin dylir ikki yvir, at tað oftast eru somu fólkini, sum vitja á Listasavninum og annars eru at síggja á teimum ymsu listaframsýningunum.
- Tað er avgjørt hugaligt, at fólk hava hug at vitja aftur og aftur. Eg vildi bara ynskt, at so nógv og ymisk fólk, sum gjørligt, sluppu at uppliva øll tey fantastisku listaverkini vit hava at bjóða í Føroyum og her á Listasavninum, sum er onki minni enn ein skattakista av list, sigur Oggi Lamhauge.
Sjálvur dugir hann ikki rættiliga at siga, hví so nógvir føroyingar tykjast at halda gáttina inn til listasøvnini vera í so høga.
- Ivaleyst hongur tað saman við, at vit í Føroyum ikki rættiliga hava traditión fyri at ganga á listasøvn. Hinvegin hava listasøvnini kanska heldur ikki gjørt nóg nógv fyri at fáa fólk at koma inn, heldur Oggi Lamhauge.
Og júst tað verður ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja listamiðlaranum. Longu mánamorgunin stendur hann klárur at taka ímóti, tá Listasavnið letur dyrnar upp á víðan vegg fyri børnum og ungum, sum verða send á myndaveiðu. Seinni er ætlanin at gera afturvendandi rundvísingar fyri vaksnum, og í løtuni arbeiðir Oggi Lamhauge eisini við ymsum hugskotum til kjakfundir um list og tiltøk, har listafólk koma at greiða frá síni list.
Læra av børnunum
Tá tað ræður um at uppliva list, ivast Oggi Lamhauge ikki í, at vit kundu lært nógv av børnunum. Við teirra opna sinni krevja børn nevniliga ikki, at listaverkið endiliga skal líkjast onkrum, tey kenna frammaundan, ella at tað skal hava eitt ávíst endamál, staðfestir Oggi Lamhauge, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur við kreativiteti sum sergrein.
- Børn uppliva uppá ein annan máta enn vaksin ofta gera. Tá eitt barn sær ein vakran stein á vegnum, steðgar tað á, og eina løtu snýr allur heimurin hjá barninum seg bara um hendan vakra steinin. Vit vaksnu hava lyndi til vilja vita, hví steinurin liggur har - ella vit eru so upptikin av at koma frá einum stað til eitt annað, at vit slett ikki síggja hann, hugleiðir Oggi Lamhauge.
Eisini hevur hann varnast, at børnini ofta dáma best ta listina, sum nógv vaksin illa fáa rúmað.
- Abstrakta listin fer beint inn hjá børnunum. Tey elska litirnir og kaotisku strikurnar og lata seg bara draga inn í listaverkið. Tey leggja onki í, at tað ikki líkist onkrun, tey kenna, og tí noyðast tey heldur ikki at berja seg gjøgnum allar møguligar forðingar fyri at kunna uppliva listaverkið.
Út um teg sjálvan
Burtursæð frá, at list skal sleppa at vera ein uppliving í sær sjálvum, hevur tað eisini týdning, at børn og ung læra at skyna á listarligari góðsku, heldur Oggi Lamhauge.
- Tað merkir ikki, at eg skal standa við einum lyftum peikifingri og siga, at hetta er gott og hatta er nakað skrambul. Eg trúgvi heldur, at bara við at lata børn uppliva dygdargóða list, læra tey seg sjávi at skyna á, at sumt er betri enn okkurt annað. Og tað kann avgjørt ikki skaða, tá tú hugsar um, hvussu nógv grunt undirhald, børn og ung áhaldandi verða bombarderað við í einum heimi, har kampurin um uppmerksemið hjá teimum ungu ongantíð hevur verið størrri, sigur Oggi Lamhauge.
At list eisini kann hava eina uppalandi ávirkan á børn og ung sum menniskju, hevur eisini týdning, heldur hann.
- Tá tú upplivir eitt listverk, fert tú eisini út um teg sjálvan eina løtu og setir teg inn í, hvussu eitt annað menniskja følir og hugsar. Onkursvegna ger tað teg til eitt rúmligari menniskja við einum víðari sjónarringi, og tað kann aldrin skaða, sigur Oggi Lamhauge.
Heita skurðmyndin
Í øllum førum er listamiðlarin rættiliga sannførdur um, at góð list kann stimbra og eggja tey kreativu evni, sum búgva í okkum øllum.
- Hvat kreativitetur er, er hinvegin kanska ikki so lætt at seta orð á, ásannar Oggi Lamhauge, sum samstundis heldur, at vit eru í so skjót at seta orð á, hvør er kreativur, og hvør ikki er.
- Í míni verð kann ein teldufrøðingur ella matematikari vera minst líka kreativur, sum ein stórur listamálari ella yrkjari. Í botn og grund snýr kreativitetur seg um at skapa nakað nýtt. Tí høvdu vit heldur ikki yvirlivað, um vit ikki høvdu kreativ evni.
Spurdur, hvat so kann drepa kreativitet, sigur Oggi Lamhauge, at tað nokk veldst um, tann einstaka.
- Í skúlanum fingu vit onkuntíð frymlar at tulka yrkingar eftir. Eg minnist ilt á teir, tí tá eg var komin í helvt við frymilin, var eg langt síðani hildin uppat at njóta yrkingina. So fyri meg kennast ov nógvir fastir reglar avgjørt avmarkandi, tá tað snýr seg um list og kreativitet, sigur Oggi Lamhauge.
Tí fer hann heldur ikki at gera leiðbeiningar til børnini, tá tey koma at hyggja at skurðmyndini "Móðir og barn" og øllum hinum listaverkunum. Men hann vil fegin hoyra, hvat tey halda um verkini.
- Hesa skurðmyndina hjá Fridtjof Joensen halda tey ofta vera "heita". So spyrji eg kanska, hví hon virkar heit, og fái kanska eitt svar, sum eg als ikki hevði hugsað um ...