- Gevur onga rættvísa meining

Borgarstjórin í Klaksvík talar at fíggjarlógaruppskotinum frá Klaksvíkar kommunu.

Samgongan hevur verið fyri nakað av kritikki seinastu dagarnar, aftaná at landsstýrið kunngjørdi broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016. Serliga hevur tað verið økta tøkugjaldið á alivinnuna og uppboðssølan í fiskivinnuni, ið nógv rok hevur staðist at. Seinasti í røðini at finnast at uppskotinum er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í Nýtt Sjálvstýri.


Í lesarabrævið í morgun skrivar borgarstjórin, at broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum er ein ábending um, at landsstýrið ynskir at taka frá útjaðaranum og geva til miðstaðarøkið.


- Tað kann ikki passa, at ein samgonga, sum sigur seg leita eftir rættvísi og javnvág ímillum allar føroyingar, veruliga ætlar at súgva alla vinnu og orku úr útjaðaranum, bert fyri at geva miðstaðarøkinum.


- Eg havi alla tíðina verið ímóti ætlanini hjá samgonguflokkunum um økta tilfeingisgjaldið og fríu uppboðssøluna. Eg havi fyrr víst á, at hetta fer at skeikla javnvágina ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, tí at pengar bert verða tiknir úr útjaðaranum, ímeðan miðstaðarøkið sleppur undan at lata eina krónu.


Jógvan Skorheim hevur serliga trupult við at síggja hvat er rættvíst við, at Tórshavnar kommuna fær stórar inntøkur frá økta tøkugjaldinum, hóast nærum eingin alivinna er í høvuðsstaðnum.


- Tað er eingin rættvísur leistur í at gjalda øktu inntøkuna úr alivinnuni út aftur eftir fólkatali, tí nú fer Tórshavnar kommuna at fáa fýra ferðir so nógv inn fyri alivinnuna, sum Klaksvíkar kommuna fær, sjálvt um so at siga eingin alivinna er í Tórshavnar kommunu.


- Hetta gevur onga – í øllum førum onga rættvísa – meining.


Trýst her fyri at lesa alt lesarabrævið.