Handil
Fyritøkan P/F Fjarðahús, sum eigur og rekur timburhandilin í Kollafirði, handilin 360 á Sandvíkarhjalla, málingahandilin í J. Broncksgøtu í Havn, málingahandilin á Høgabóli í Saltangará og Norðoya Litbúð í Klaksvík, fer nú í holt við at byggja ein nýggjan timburhandil í høvuðsstaðnum.
Nýggi bygningurin, sum verður slakar 1800 fermetrar stórur, verður reistur á økinum við handilin 360 í Hjalla.
Handilin 360 húsast í løtuni á umleið 3.000 fermetrum, og soleiðis verður samlaða fermetratalið í hesum báðum bygningum út við 5.000 fermetrar tilsamans.
Teir, sum eiga og reka virksemið, ið nú liggur undir Fjarðahúsum, eru Regin Joensen, nevndarformaður, Fróði Sigvardsen, stjóri og Harley Bertholdsen.
Ein eind á Hjalla
Regin Joensen sigur, at sambært ætlanini verður farið undir byggingina av høllini longu í mai, og ætlandi stendur nýggi timburhandilin á Hjalla liðugur at taka í nýtslu í august.
- Vit fara ikki at niðurleggja timburhandilin í Kollafirði, sum vit hava rikið seinstu árini. Vit kunnu ikki lata illa at, og hetta er ein timburhandil, sum hevur eina hálva øld á baki, sigur Regin Joensen, sum vísir á, at nú fer konseptið hjá teimum á Hjalla at hanga saman sum í eini eind.
Fróði Sigvardsen, stjóri, sigur, at nýggi timburhandilin á Hjalla verður hin einasti av sínum slagi í Føroyum.
- Hetta verður ein sonevndur Drive In handil, har tú kanst koyra inn í handilin og inni í handlinum undir taki. Í Danmark eru fleiri slíkir handlar, men ikki her heima, sigur hann.
Ætlandi stendur nýggi timburhandilin hjá Fjarðahúsum liðugur á Sandvíkarhjalla í august.
Alt til heimið
Handilin 360 hevur eitt stórt útboð á sínum deildum, sum fevna um at kalla alt, sum hoyrir einum heimi til.
Í handlinum er køksdeild, hvítvørudeild, deild sum selir flatskermar og annað, har er gólv-og málingadeild, og síðan er eisini byggibúð, sum selir amboð og ymisk el-tól til handverk og ítrív.
Fróði Sigvardsen sigur, at eitt, sum 360 eisini selir nógv av, er súklur – ikki minst barnasúklur.
- Her hava vit eitt áhugavert útboð, har súklur kunnu keypast til børn fyri minni enn túsund krónur. Børn veksa so skjótt, og tí verða súklurnar skifta, sum árini ganga.
Stjórin í Fjarðahúsum heldur, at tað merkist, árið í ár verður rópt “rørsluár”, sum hann tekur til.