Gibraltar førir sak Føroya

Hálvoyggin við sponsku suðurstrondina hevur nú stevnt altjóða olympisku nevndini, sum hevur súltað umsóknini um limaskap

IOC-limaskapur

Tað hevur verið tosað nógv um møguleikan hjá Føroyum fyri limaskap í OL-høpi. Misjavnt hevur verið, hvørja áskoðan fólk hava havt á hetta, men nevndin hjá ÍSF hevur tó alla tíðina roynt at arbeitt fram móti málinum.
- Vit hava havt eina umsókn liggjandi nú í meira enn 20 ár. Enn hava vit ongan tíð fingið eitt greitt avslag, og tað hevur havt við sær, at vit sjálvi hava hildið fast um, at okkara umsókn skal viðgerast eftir gomlu reglunum, staðfestir Heðin Mortensen, forseti í ÍSF.
Hann hevur júst verið á norðurlendskum ítróttarfundi, har eisini limurin hjá Danmark í IOC-nevndini var hjástaddur, og sjálvur heldur Heðin, at tað vóru góð tíðindi, sum hesin hevði at bera.
Við gomlu reglunum fyri eina umsókn meinar Heðin við tær broytingar, sum vórðu gjørdar í upptøkutreytunum í 1993. Tá varð nevnliga staðfesta, at einans sjálvstøðugar tjóðir við ST-limaskapi kundu gerast limir.
- Tað eru bara tvey lond, sum hava havt umsóknir liggjandi eftir gomlu reglunum, og tey eru Føroyar og Gibraltar, sigur Heðin Mortensen.
- Júst støðan hjá Gibraltar gjørdi kanska eisini, at okkara umsókn varð súltað í síni tíð. Og at hendan ongantíð er komin veruliga til viðgerðar. Tí hóast IOC sum so ikki hevur nakað við politikk at gera, so kemur tað ofta politikkur í avgerðirnar. Og sum støðan var í Gibraltar og Spania um tað mundið, sum umsóknin varð latin inn, so stóð greitt, at tað vildi givið ein politiskan trupulleika, um Gibraltar fekk limaskap.
- Samstundis visti IOC tó av, at Gibraltar leyk allar tær treytir, sum vórðu settar fyri upptøku, og tí varð málið at kalla súltað í onkrari skrivaraborðs-skuffu. Og nú hevur Gibraltar so stevnt IOC, sum teir siga av órøttum hevur forðað teimum í at gerast limir. Og tað er her, at málið verður áhugavert fyri okkum, staðfestir føroyski forseting.
- Tí vinnur Gibraltar sítt rættarmál, sum væntandi verður avgjørt í vetur ella komandi vár, so tykist tað nærum víst, at føroyska umsóknin eisini verður gingin á møti. Sum nevnt, so er tað framvegis upprunaliga umsóknin, sum - við ymsum dagføringum - er grundarlagið undir okkara umsókn, so vit bíða nú sera spentir eftir, hvat kann henda í hesum málinum, staðfestir Heðin Mortensen.