Giftast alsamt fleiri útlendskum kvinnum

Giftarmál millum danskar menn og kvinnur úr fjareystri gerast alsamt fleiri í tali.

Hagtalsbólkurin í Danmarks Radio er komin fram á, at bara síðsta ár vóru 471 giftarmál millum danskar menn og kvinnur úr antin Filippinunum og Teilandi.

 

Tað merkir, at hesir eru næst best umboðaðu tjóðskapirnir í giftarmálum hjá monnum í Danmark. Danskir menn gifta seg framvegis oftast við donskum kvinnum - í 2014 vóru nevniliga 20.331 giftarmál millum danskar kvinnur og danskar menn.

 

Sambært DR, var vanligari í ár 2000, at donsku mennirnir giftust øðrum norðurlendskum kvinnum. Men nú er talið av giftarmálum millum danskar menn og kvinnur úr antin Svøríki ella Noregi einans 189 fyri 2014.

 

Sambært Steen Baagøe Nielsen, lektara á RUC, ið granskar innan tvørmentanarlig hjúnabond, eru fleiri ymiskar orsøkir til gongdina. Millum annað vísir hann á skeiklaðu sosialu og fíggjarligu støðuna partarnar ímillum, sum eina av orsøkunum.

 

- Í parløgunum eru tað donsku menninir, sum eru við yvirlutan. Kvinnan kemur vanliga frá fíggjarliga trongum korum - stundum enntá úr skøkjulevnaði, og fyri summar teirra, kann eitt giftarmál vera leiðin úr hesum, sigur Steen Baagøe Nielsen.

 

Vøksturin av tvørmentanarligu giftarmálunum, metir lektarin standast av, at útlendsku kvinnurnar ynskja at hjálpa sínum vinkonum úr líkandi korum.

 

- Tað er tó skeivt einans at hyggja at giftarmálunum úr einum handilsligum sjónarhorni. Fleiri av monnunum, sum eg havi tosað við í sambandi við granskingararbeiði, siga seg vera forelskaðar og tosa um langtberandi kærleika, sigur lektarin á RUC.