Giggs hevur havt sín fyrsta tíðindafund

Nýggi Manchester United venjarin er stoltur av at vera venjari hjá Manchester United og sær fram til dystin í morgin.

Ryan Giggs er nýggjur Manchester United venjari. Hann hevur fingið venjarasáttmála fram til í summar, tá væntandi ein annar maður verður settur í starv.

 

Ryan Giggs er ein maður, ið ikki hevur spælt fótbólt á hægsta stigið fyri nakað annað felag enn Manchester United.

 

Tí var tað eisini stoltur Ryan Giggs, ið hevði sín fyrsta tíðindafund í dag, sum Manchester United venjari.

 

-      Eg eri stoltur av at verða venjari hjá Manchester United í 4 teimum seinastu dystunum í ár. Manchester United er liðið, ið eg havi stuðla alt mítt lív og tað er eisini tað felagið, sum eg havi verið partur tey seinastu 25-26 árini. Tað er ein uppgáva eg síggi fram til og ein sum eg fari at njóta.

 

Spurdur um Ryan Giggs framvegis er ein partur av hópinum hjá Manchester United, svarar Ryan Giggs.

 

-      Eg havi akkurát givið mær sjálvum ein 5 ára sáttmála sum spælari. Tvætl, skemt til viks. Eg eri framvegis ein partur av hópinum hjá Manchester United og eg gleðist yvir at leikararnir síggja so mikið klárir út til uppgávurnar, ið standa fyri framman. 

 

-      Eg vil gjarna hava mína egnu fótbóltsfilosofi á vøllin hjá United og tað er Manchester United fótbóltsfilosofi'in. Eg havi verið partur av Manchester United alt mítt lív, so eg veit hvat tað krevst á vøllinum. Eg vil hava leikararnir at spæla við stoltleika, skjótleika, tempo, verða djarvir og við góðum hugflogi. Øll tey tingini, ið eg vænti av einum Manchester United leikara. Sjálvandi skulu teir eisini arbeiða hart og njóta at vera á vøllinum.

 

-      Eg veit frá mær sjálvum at um tú kanst njóta at vera á vøllinum, fært tú eisini givið eitt munandi betri avrik. Tað vil eg gjarna hava fram hjá mínum leikarum til fýra teir seinastu dystirnar.

 

Dysturin millum Manchester United og Norwich byrjar í morgin klokkan 17:30.