KAPPRÓÐUR
Tað er eingin ivi um, at nógvir rógvarar í landinum munnu hava nógv sera flott avrik og nógvar sigrar at vísa aftur á, men ólavsøkuaftan leygardagin megnaði róðurskvinnan umborð á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, sum tann fyrsta í føroyskari rógving at røkka 50 stevnusigrum, og hetta má metast at vera eitt satt bragd.
Jannie byrjaði at rógva við Jarnbardi í 1996, og líka síðani hevur hon verið fastur fúsur umborð á Jarnbardi. Hetta hevur á hesi 12 árini ført sjey meistaraheitið og 50 stevnusigrar við sær.
Eftir róðurin á ólavsøku, har Jarnbardur vann ein sannførandi sigur, fingu vit orðið á Jannie og mammuna, Shirley.
Jannie var sjálvandi sera fegin um bæði sigurin á ólavsøku og um FM-heitið, og hon var eisini ógvuliga fegin um at røkka 50 sigrum.
- Tað er ræðiliga stuttligt at fáa at vita tað, at man er mest vinnandi rógvari í Føroyum. Eg visti faktiskt ikki sjálv av hesum, fyrrenn eg hoyrdi tað frá einum blaðmanni eftir vestanstevnuna, sigur Jannie.
Jannie var tó ikki tann einasta, sum gleddist um sigurin í ár og um teir 50 stevnusigrarnar. Mamma hennara, Shirley, var eisini ógvuliga glað og stolt av dóttrini.
- Eg eri øgiliga stolt av dóttrini. Eg plagi at vera við til hvørja einastu stevnu, so eg eri eisini rættiliga spent, sigur Shirley.
Hon sigur tó víðari, at hon kanska ikki hevur við heilt frá byrjan av, men eg haldi tað vera ægiliga flott at hon hevur vunnið 50 ferðir.
- Eg var kanska ikki við til allar stevnurnar heilt frá byrjan av, men tú hyggi eg hvørja ferð. Eg haldi eisini, at tað er ótrúliga flott av henni, at hon hevur klárað at vunnið 50 ferðir, og tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg eri líka stolt av henni hvørja ferð, sigur mamman at enda.
Við sigrinum á ólavsøku hevur Jannie rokkið einum fantastiskum tali av sigrum, og tí verður spennandi at síggja, um hon fer at halda fram at rógva, ella um hon ætlar at steðga við teimum 50 sigrunum, sum hon longu hevur tryggjað sær.