Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, sum sunnudagin spældi allan dystin í 2-0 sigrinum hjá AaB móti Brøndby er valdur millum bestu leikararnar í farnu rundu av Superliguni.
Á heimasíðuni hjá Tipsblaðnum, sum hvørja viku velur teir bestu ellivu frá farnu rundu, hevur Gilli Sørensen fingið plássið á vinstra bakkið.
Heimasíðan skrivar um Gilla: Var ógvuliga energiskur og arbeiddi allan dystin gjøgnum alla síðuna. Elti bóltarnar, luttók aktivt í tí høga press-spælinum sum var ímóti Brøndby, vísti eitt gott samanspæl við Nicolaj Thomsen í síðuni, og fekk sett mótleikarin, Johan Larsson, á liðnum hjá Brøndby, uppá pláss.
Talan er sostatt um stórt herðaklapp til føroyska landsliðsleikaran. AaB spælir mánakvøldið seinasta dystin hesumegin vetrarsteðgin. Teir spæla tá á heimavølli móti Viborg, og góð útlit burdu verið fyri, at Gilli Sørensen er millum teir fyrstu ellivu til dystin mánakvøldið.