Gilli hevur gjørt nýggjan sáttmála

Framtíðin hjá Gilla Rólantsson verður í Bergen

Gilli Rólantsson Sørensen skrivar í løtuni undir nýggjan sáttmála við Brann Bergen. Eftir fleiri mánaðir av óvissu er nú greitt, at føroyski landsliðsspælarin heldur fram í Brann Bergen til 2020.

 

- Hetta er eitt tilboð, sum vísir, at teir veruliga vilja hava meg her, segði Gilli Rólantsson við in.fo fyri kortum.

 

Tvøramaðurin hevur verið í eini tvístøðu, eftir at Brann Bergen og hann ikki komu á mál í sáttmálasamráðinginum. Síðani hevur hann verið eitt sindur útifrystur, tá Brann millum annað hevur havt fulla kvotu av útlendingum í hópinum.

 

Les eisini: Gilli fingið nýtt tilboð

 

Sum skilst, so verður sáttmálin undirskrivaður í løtuni. Gilli Rólantsson Sørensen er úttikin til A-landsliðið, sum komandi vikurnar skal á venjingarlegu í Marbella í Spania.