Gilli og Hallur við frá byrjan

Gilli Sørensen og Hallur verða millum teir fyrstu 11, tá AaB í dag spælir fyrsta venjingardystin á árinum

AaB spælir í dag fyrsta venjingardystin á árinum, nú fyrireikingarnar til seinnu kappingarhálvu í donsku superliguni av álvara eru ígongd.

 

Dysturin er móti AC Horsens, og á heimasíðu felagsins skrivar AaB, at Kent Kent Nielsen longu hevur gjørt av, hvørjar teir 11 verða, sum byrja inni.

 

Gilli Sørensen er mikllum teir ellivu. Hann verður annar av framherjunum í eini 4-4-2 uppstilling. Og á miðvøllinum verður Hallur Hansson eisini við frá byrjan.

 

Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð, og til ber at fylgja dystargongdini á Twitter-vangamyndini hjá AaB, sum kemur fram við at trýsta HER.