Gilli og Odd fingu javnleik á útivølli

Odd er nú nummar átta í bestu norsku fótbóltsdeildini

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Odd fyrr í dag leiktu javnleik 1-1 móti Aalesund á útivølli í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Aalesund legði seg á odda í 32. minutti, men bert fýra minuttir seinni javnaði Milan Jevtovic fyri Odd. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Odd er nú nummar átta í deildini við 24 stigum. 

 

Komandi sunnudag tekur Odd móti Jerv á heimavølli.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Aalesund og Odd.