Gilli og Odd vunnu seg víðari í steypakappingini

Longd leiktíð mátti til áðrenn Odd knógvaði Jerv

GIlli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini.

 

Tað er greitt aftaná 3-2 sigurin hjá Odd á Jerv á útivølli aftaná longda leiktíð. Gilli spældi allar 120 minuttirnar.

 

Mikael Ingebrigtsen legði Odd á odda 1-0 longu tá tveir minuttir vóru farnir av dystinum. Jerv javnaði til 1-1 tá 17 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum javnaði Mikael Ingebrigtsen fyri Odd.

 

Tá ein tími var farin av dystinum javnaði Jerv til 2-2, og tað var støðan tá vanliga leiktíðin var farin. Tá 20 minuttir vóru leiktir av longdu leiktíðini tryggjaði Milan Jevtovic Odd sigurin og víðari luttøku í steypakappingini.