Gilli setti dám á dystin

Gilli Rólantsson var millum bestu spælararnar, tá Brann í gjárkvøldið vann 3-0 móti Strømsgodset heima á Brann Stadion.

 

Gilli spældi hendan dystin á vinstra vongi og spældi ein stóran leiklut í dystinum. Longu í triðja minutti leggur hann eitt innlegg inn móti málinum, sum er millimetrar frá at enda á høvdinum á liðfelaga.

 

Tveir minuttir seinni dregur hann inn frá vinstru og skjýtur móti málinum. Málverjin hjá Strømsgodset má út í fulla longd fyri at fáa hondina á bóltin og skumpað hann út til horna.

 

Í 9. minutti legði Brann seg á odda 1-0 eftir eitt fríspark.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki roynir Gilli Rólantsson seg aftur við einum skoti, men ein verjuleikari hjá Strømsgodset blakar seg fyri og steðgar skotinum.

 

Í seinna hálvleiki heldur Gilli á har hann slepti í fyrra. Fleiri ferðir kemur hann framvið og fær lagt innfyri og hann vann Brann nógv horna á hendan hátt.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi Brann dystin. Í 72. minutti ger Strømsgodset sjálvmál og í 77. minutti skorar Brann til 3-0 eftir horna.

 

Móti dystarenda er um reppið, at Brann skorar til 4-0. Gilli Rólantsson sendir ein góðan bólt inn fyri, Ruben Skålevik hjá Brann setir høvdið á bóltin, men hann fer dygst fram við stongini.

 

Brann hevur nú fýra stig frá teimum báðum fyrstu dystunum og liggur á fjórða plássið. Hitt føroyingafelagið í bestu deildini, Molde, liggur nummar trý við seks stigum. Teir vunnu í fyrrakvøldið 2-1 móti Lillestrøm á heimavølli. Og í Sandefjord skoraði Bendtner aftur í fyrrakvøldið, tá Rosenborg aftur vann 3-0 og varðveitti oddasessin í deildini.

 

Gilli Rólantsson hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið í Brann.