- Tað hevur eydnast væl, at kunna um støðuna hjá familjum í fátækaváða.
Tað sigur Barbara Holm, ein av stigtakarunum til »Meðan vit bíða« átakið, sum hevur eitt endatiltak leygardagin.
Tað var eftir sendingina »Við hjálp frá góðum fólki« hjá Kringvarpinum, at veruligt fokus varð sett á fátæktaváða í føroyska samfelagnum.
Miðlahúsið og Í menniskjum góður tokki eru farin undir eina innsavning til hesar familjurnar, samstundis sum tey hava gjørt vart við trupulleikarnar.
Í tí sambandinum varð heitt á sjey kend andlit, sum hesa vikuna afturat aktivt heita á fólk um at stuðla átakinum.
Barbara Holm, ein av stigtakarunum til átakið, sigur tað hava gingið væl at breiða út kunningina um fátækaváða í Føroyum, tá hon var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni.
Leygarkvøldið verður Norðurlandahúsið karmur um endabrestin av átakinum tá stuðulsupphæddirnar verða almannakunngjørdar. Á skránni er livandi tónleikur, samrøður um fátækradømi og hvat kann gerast framyvir.
Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 19. Liggur ikki fyri at fara, ber eisini til at stroyma tiltakið her á in.fo.