Trygging
Tryggingin hevur gjørt av, at Ægir verður ikki afturgjørdur. Eigarin er nú farin at hyggja at øðrum skipi.
Útróðrarbáturin Ægir úr Havn fekk so stóran skaða, tá hann sigldi á Kirkjubønes nakað fyri jól, at tryggingin nú metir tað vera ov dýrt at gera hann aftur. Tí er skipið lýst til sølu, og tann, sum heldur seg kunna brúka tað til eitthvørt kann so bjóða.
Sum fiskiskip verður tað neyvan nýtt aftur, tí veiði- og fiskiloyvi fara at verða flutt yvir á annað far, sum eigararnir hava í hyggju at fáa sær ístaðin fyri tað, sum nú er vrak.
Sosialurin hevur tosað við eigaran, sum er uttanlands í løtuni og leitar eftir øðrum skipið. Hann sigur, at hann hevur gott eyga á einum báti á umleið somu stødd sum Ægir, men vil ikki siga meira, tí enn er eingin handil gjørdur.