Gjørdi ikki Jacob Vestergaard klókari

- Tey, sum skuldu geva landsstýrismanninum álítandi upplýsingar, kunnu ikki semjast

Er brúk á meiri útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum?
Tað er tað ikki semja um, so verri enn so.
Arbeiðsgevarar siga, at stórt trot er á arbeiðsmegi.
Men tað eru arbeiðarafeløgini ikki samd í
Av tí, at meiningarnar eru so ymiskar, setti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, seint í fjør eitt Arbeiðsmarknaðarráð. Har sita umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg og onnur.
Endamálið við ráðnum var at geva landsstýrismanninum tilmæli um ymisk viðurskifti, sum hava við arbeiðsmarknaðin at gera.
Ein ítøkilig uppgáva, sum ráðið fekk, var at geva landsstýrismanninum eina meting av, um tørvur er á útlendskari arbeiðsmegi í føroysku flakavinnuni og, hvussu stórur hesin tørvur er.
 
Kundu ikki semja
Men hevði landsstýrismaðurin vónað at fingið eina greiða niðurstøðu, varð hann vónbrotin.
Tí tað vísti seg nevniliga, at Arbeiðsmarknaðarráðið kundi ikki semjast um eitt tilmæli.
Sum tað sæst aðrastaðni er á síðunum, siga umboðini hjá arbeiðsgevarunum, at flakavinnan hevur tørv 165 fólkum.
Men tað trúgva arbeiðarafeløgini onki upp á. Tey siga, at ein máti at nøkta tørvin á arbeiðsmegi við føroyskari arbeiðsmegi, er at hava støðugt arbeiði, góða løn og trivnað á arbeiðsplássinum.
Tí er tað ein spurningur um Jacob Vestergaard er vorðin stórt klókari tí, sum  Arbeiðsmarknaðarráðið hevur avrikað á hesum øki.
Formaðurin í Arbeiðsmarknaðarráðnum, Jákup Pauli Strøm, staðfestir eisini, at sjónarmiðini eru mótstríðandi og at tað tískil er torført at seta tal á, hvussu stórur tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi er.
Men samstundis staðfestir hann, at ein ávísur tørvur er til staðar.
Og tað er eisini hetta, sum landsstýrismaðurin arbeiðir við og í vár er ætlanin at gera eina skipan, sum ger tað smidligari og lættari at fáa útlendingar til Føroya í ávísa tíð at gera ávís arbeiði.
Tað, hann hugsar sær, er, at hevur ein arbeiðsgevari brúk fyri útlendingum til eitt ávíst arbeiði, kann hann fáa útlendingar til tað. Tá ið arbeiðið so er gjørt, fara teir so avstað aftur.