Gjørdist vinur við fundamentalistar

- Míni vinfólk í Miðeystri vóru bæði intelligent og kærleiksfull, men eisini djúpt fundamentalistisk. Og eg skilti tey væl. Var eg í teirra støðu, varð eg uttan iva líka víðgongdur, sigur Heini í Skorini, sum í seks mánaðir hevur eygleitt stríðið í Miðeystri frá fremstu røð

Samrøða

Anna V. Ellingsgaard

[email protected]



25 ára gamli Heini í Skorini trummar eitt sindur rastleysur fingrarnar í borðið. Eini 10 minuttir eru farnir, síðani hann bílegði sær eina sandwich, og hann er við at ótolnast. Og tað er ikki bara tí, at hann er svangur.

Eftir seks mánaðir í einum av heimsins brennideplum í Ísrael, Vestara áarbakka og Gaza, hevur ungi havnarmaðurin eitt sindur ilt við at venja seg við avslappaða liviháttin í Føroyum.

- Ikki tí bumbuhóttanir eru nakað at leingjast eftir, men tá tær eru partur av gerandisdegnum, kann onki bíða til í morgin. Eitt tað fyrsta, eg legði til merkis í Miðeystri var, hvussu ófatiliga intenst fólk liva. Tey ganga upp í alt við lív og sál og arbeiða, ballast, kjakast, dansa og eru í gongd mest sum alt døgnið runt. Ofta hugsaði eg: Nær hundan sova tey?, sigur Heini í Skorini og roynir at fáa eyga á ein tænara.

- Tá man so situr aftur her í Føroyum, har alt gongur fyri seg í slow motion, fær man eina sníkjandi kenslu av, at lívið bara fer framvið. Hinvegin er hatta jú ein luksuskendur tanki, tí prísurin, tey gjalda fyri at liva her og nú, er jú hóttanin um, at teirra lív er sprongt í túsund pettir í morgin, sigur Heini í Skorini og hyggur hugsunarsamur fram fyri seg.

- Tað vísir bara, hvussu ótrúliga langt náðileys politisk stríð grípa inn í lívið hjá milliónum av heilt vanligum menniskjum. Hjá heilt ófatiliga nógvum í grundini. Og tað kann man ikki bara ignorera.


Í fremstu røð

Heini í Skorini kann í hvussu er ikki. Tí fór hann einaferð í heyst undir at kanna møguleikarnar fyri at gerast starvslesandi á eini danskari sendistovu í Miðeystri sum lið í síni útbúgving. Frá sendistovunum í Beirut og Teheran var svarið, at tey ikki høvdu tikið móti starvslesandi síðani Muhammed-kreppuna, tá sendistovurnar har vórðu álopnar og onnur brend í grund. So var Ísrael eftir, og eftir eina starvssamrøðu umvegis Skype í oktober fekk Heini í Skorini játtandi svar frá politisku deildini á sendistovuni í Tel Aviv.

- Áhugin hjá Danmark í politisku gongdini í Miðeystri hevur neyvan nakrantíð verið størri. Tí var hetta ein ótrúligur møguleiki at sleppa at eygleiða eitt av heimsins mest fanatisku religiónskríggjum frá fremstu røð og vónandi kanska eisini skilja tað betur, sigur Heini í Skorini.

Um tað yvirhøvur ber til at skilja eitt slíkt stríð. Tí, sum Heini í Skorini vísir á, tykist tað ikki, sum nakar endi er á teimum ræðuleikum, sum áhaldandi hava herjað Miðeystur ígjøgnum søguna og gera tað enn í dag. Meðan tað er eydnast Europa og serliga Norðurlondum at etablera seg sum liberal fólkaræði, síggja vit, hvussu harðrend prestastýri, fundamentalisma, kvinnukúgan, yvirgangur, manglandi skrivi-, talu- og trúarfrælsi framvegis hvønn dag elva til endaleysa líðing og neyð hjá milliónum av menniskjum í Miðeystri.

- Síðani Ísrael varð stovnað í 1948, og serliga síðani Eysturjerusalem varð hertikið í 1967, er landið vorðið ein vígvøllur í stríðnum móti grannalondunum. Tað er eins og alt gamla Palestina er dømt til stríð, og mangan spyr man seg sjálvan, hvat ólukkan hevur gingið galið, sigur Heini í Skorini, sum skjótt fekk sjón fyri søgn.


Tá grannin er svakur

Stutt eftir, at hann var byrjaður á sendistovuni, fekk friðartilgongdin enn eitt skot fyri bógvin, tá ein sjálvmorðsbumbumaður frá Hamas-rørsluni, ið ræður í Gaza, slóð til sunnast í Ísrael. Sjálvmorðsbumban, ið var tann fyrsta frá Hamas í fýra ár, gjørdist harvið byrjanin til enn eina røð av atsóknum, har Ísrael so svaraði aftur við ógvusligum luftálopum.

Og á sendistovuni í Tel Aviv sótu Heini í Skorini og hini og eygleiddu stríðið og rapporteraðu til danska Uttanríkismálaráðið, so hvørt, bumbur og rakettir geltu. Men, sum hann sigur – tíðindini, sum fóru til danska Uttanríkismálaráðið og restina av heiminum, vóru sum altíð sjálvsagt bara ein partur av myndini.

- Veruligi sorgarleikurin er, at hvør einasta bumba er eitt prógv um, hvussu dyggiliga hetta stríðið hevur forkvaklað hugsunarhátttin hjá hesum menniskjunum, sum eftirhondini ikki duga at ímynda sær, at tað kann vera øðrvísi. Tí fyri hvørja einastu bumbu, sum brestir, brestir eisini enn ein vón hjá enn einum menniskja, til tað ikki longur hevur nakað at hava vónina í, sigur Heini í Skorini, sum kortini á ongan hátt góðtekur hetta sum eina rættvísgering av ella umbering fyri hatrið og harðskapin í Miðeystri.

- Nei, onki kann nakrantíð umbera harðskap, hvørki í Miðeystri ella nakra aðrastaðni. Men um grannin hjá tær er svakur, verður tú noyddur at fyrihalda teg til tað. Og ert tú so óheppin at búgva í einum øki, har grannin tveitir bumbur og rakettir eftir tær, snýr alt seg um at yvirliva, antin tú ert palestini ella ísraeli. Ert tú hartil sannførdur um, at fremsta missiónin hjá granna tínum er at útsletta teg og tíni, verður tað eitt endamál í sær sjálvum at skaða hann mest møguligt, áðrenn tú sjálvur gongur til grundar. So ræðandi einføld gerst myndin – í øllum førum, tá tú stendur mitt í harðast raktu økjunum.


”Hvørja friðartilgongd?”

Fyri at fáa eina betri fatan av lívinum hjá vanligum fólkum í økinum, ferðaðist Heini í Skorini nógv í muslimsku pørtunum av Palestina, Gaza og Vestara áarbakka. Og meðan hann fekk alt fleiri vinfólk í økinum, fingu hansara eygleiðingar frá sendistovuni spakuliga eitt øðrvísi menniskjaligt andlit.

- Harvið fekk hatrið eisini eitt andlit, tí sjálvt um míni vinfólk, bæði tey muslimsku og og tey jødisku, vóru bæði intelligent, kærleiksfull og moralsk, vóru tey samstundis djúpt militant og summi enntá fundamentalistisk, sum jú er ein stór andsøgn. Vit høvdu endaleysar diskussiónir um hetta stríðið, men argumentini fyri vápnahvíld og friði hava altso ikki somu ávirkan, tá tú kjakast við ein ungan mann, sum júst hevur mist beiggja sín í einum bumbuálopi, sigur Heini í Skorini, sum ofta mátti bíta nógv í seg.

Ikki minst tær løturnar, hann hevði tosað seg heitan um friðartilgongdina, sum var hansara dagliga arbeiðsøki á sendistovuni, og onkur so hugdi upp og spurdi: ”Hvørja friðartilgongd?”

- Tað er sjálvandi beiskt at slúka, at øll vón um frið er tveitt fyri borð. Men eg skilti tey væl. Tað er ringt at fáa eyga á nakra friðartilgongd í einum øki, har børnini mugu skora seg millum hernaðarbilar á veg í skúla, og har allir veggir eru yvirmálaðir við slagorðum, sum hálova kríggi og eggja til enn meiri harðskap. Eg hevði sjálvur uttan iva eisini blivið militantur, um eg vaks upp í slíkum umstøðum, sigur Heini í Skorini hugsanarsamur og heldur fram.

- Eg nevndi í áðni, at tað kom óvart á meg at síggja, hvussu intenst tey hóast alt liva. Og tað er rætt. Men hinvegin – sjálvt um tey nokta at halda uppat at dansa, hóast teirra diskotek júst er sprongt í luftina, so hongur vónloysið í veruleikanum tungt í luftini. Eg ivist í, um vónirnar fyri friði millum fólkið har nakrantíð hava verið daprari.


Ónd ringrás

Sjálvt um tað kann vera freistandi at koma við løttum loysnum, minnir Heini í Skorini á, at stríðið í Miðeystri er eitt dømi um, hvussu ein politiskur knútur kann gerast nærmast óloysiligur, tá átrúnaður og politikkur renna saman. Ein partur av endaleysa stríðnum er, at tvær heimsreligiónir, jødadómurin og islam, gera krav uppá fult vald yvir heilaga landinum. Uttan kompromis.

Men stríðið snýr seg eisini um verðsligan politikk, um nationalismu og um kravið um eitt heimland hjá tveimum fólkasløgum, sum ikki viðurkenna sama rættin hjá hinum partinum. Bæði jødar og palestinar hava verið fyri endaleysum órættvísi, og báðir partar krevja rættvísi fyri sítt fólk. Tað snýr seg stutt sagt um at yvirliva yvir fyri fíggindanum. Og hóast hernaðarligi styrkismunurin millum tað sterka og ríka Ísrael og teir máttleysu og fátæku palestinararnar ikki kann yvirmetast, so heldur stríðið fram millum ísraelska statsherin og palestinskar militsir og yvirgangsbólkar, sum aftur og aftur raka Ísrael meint væl vitandi um, at hevndin kemur tíggju ferðir so ógvuslig aftur við miklum sivilum skaða. Úrslitið er ein ónd ringrás við kríggi og líðing. Hinvegin ivast Heini í Skorini ikki í, hvør fremsta fortreytin er fyri friði.

- Um Ísrael steðgar hersetingini av palestinsku økjunum, so hvørvur eisini fremsta umberingin hjá palestinum at leypa á Ísrael. Báðir partar mugu síggja í eyguni, at tað ikki finst ein hernaðarlig loysn. Antin tapa báðir partar við framhaldandi kríggi, ella vinna báðir partar við samráðingum og eini friðaravtalu. Partarnir hava áður verið heilt tætt eini endaligari friðaravtalu, seinast í ár 2000, men hvørja ferð er tað eydnast ekstremistum báðumegin at oyðileggja eina søguliga semju millum Ísrael og Palestina, og alt er bumbað aftur til ár null. Nú er so enn eitt samráðingarumfar fingið í lag, men enn er eingin friður í eygsjón.


Út úr líkasæluni

Og meðan grannarnir í Ísrael og Palenstina hildu á at berjast, setti Heini í Skorini seg fyri góðum mánað síðani í eitt flogfar á veg heim til Føroyar. Tíðin sum starvslesandi og eygleiðari í Miðeystri var av, men fyri Heina í Skorini var søgan á ongan hátt liðug

- Eg havi ongantíð tímað so illa upp í eitt flogfar, sum handan dagin í juli á Ben-Gurion floghavnini í Tel Aviv. Eg føldi tað, sum at eg bara líka var sloppin at kagað inn í ein heim, sum fasinerar meg meir enn nakrantíð. Eg havi eisini longu gjørt av, at fara avstað aftur – tað má eg, sigur Heini í Skorini avgjørdur.

Men hví leggja so nógv í eitt stríð, sum er túsundtals kilometrar burturi, og sum tað enn ikki er eydnast sjálvt ídnastu royndum at fáa ein enda á?

- Tí, sum eg segði, er grannin hjá tær svakur, mást tú reagera. Og í einum alsamt meir globaliseraðum heimi eru vit væl øll at kalla grannar, sigur Heini í Skorini.

Hann steðgar á, tigur eina løtu, og kemur so knappliga í tankar um okkurt.

- Einferð, eg stóð inni á einum skitnum wc í einum fátækrabýlingi í SuðurAfrika og longdist heim til tryggu Føroyar, fekk eg eyga á eitt skelti, har tað stóð: “A ship in a haven is safe, but that is not what ships are built for. Also “Eitt skip í havn er trygt, men tað er ikki tað, skip eru gjørd til”.

- Onkursvegna hava hasi orðini fylgt mær líka síðani. Tað snýr seg um at tora og tíma at liva, tora at tveita seg út í tað ókenda og ikki minst tora at gera uppreistur móti líkasæluni, sigur Heini í Skorini.

Og so eru tað myndirnar. Javni streymurin av myndum á sjónvarpsskíggjanum av enn einum jøda ella muslimi, sum hevur latið lív í enn eini bumbutasøkn, sum hann ikki fær rist av sær longur.

- Um tú situr og stúrir fyri, at tað kanska er ein av tínum vinum, sum liggur og bløðir har á myndini, ber ikki longur til bara at zappa yvir á eina aðra rás ..., sigur ungi havnamaðurin mest sum við seg sjálvan.


Mynd:

- Tá hatrið fær eitt andlit, og víðgongdir hermenn gerast tínir vinir, fært tú ikki longur kveistra tey burtur sum ørvitisknokkar, sigur Heini í Skorini, sum í seks mánaðir hevur ferðast runt í krígsherjaðu økjunum í Ísrael, Gaza og á Vestara Áarbakka

Mynd: mureldur