Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevið aðalfund í fyrradagin og har varð fyrrverandi formaðurin í nógv ár, Ellintur M. Abrhamsen, gjørdur til heiðurslim í felagnum.
Felagið skrivar á heimasíðnu, at á aðalfundinum varð avgjørt, at Ellintur M. Abrahamsen skuldi vera heiðurslimur í Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri drúgva og trúgva tænastu.
Ellintur kom í nevndina í 1982, og bleiv formaður longu árið eftir, í 1983. Ellintur var síðani formaður, uttan íhald í samfull 23 ár, heilt fram til 2006, tá ið hann fór frá. Men hann fór ikki longur enn so, enn at hann helt fram sum nevndarlimur - og tað var so til á aðalfundinum í fyrradagin, har hann endaliga legði frá sær og ikki stillaði upp aftur.
Sostatt hevur hann verið nevndarlimur og formaður í samfull 37 ár tilsamans.
Umframt heiðursbræv frá felagnum, fekk hann eisini ein málning av heimbygdini, Fuglafjørði.