Gjørt sín part

Hóast hann ikki slapp á væøllin, so kendi Todi Jónsson seg avgjørt sum ein part av DM-gullinum

 

DM-gull


Tað var ein tung avgerð, sum Todi Jónsson varð noyddur at taka leygardagin, tá tað var greitt, at eyma lær hansara ikki var nóg sterkt til at spæla dystin móti Brøndby. Eftir dystin tóktist hann tó eins fegin sum allir viðleikararnir, og hann var als ikki samdur, tá vit spurdu hann, um hetta ikki kendist eitt sindur hálvforkølað.

- Mann hevur jú verið við alla tíðina, so sjálvandi kenni eg meg sum part av hesum. Hevði eg verið við í dag, so var tað prikkurin yvir i?num, men eg haldi kortini, at eg eigi stóran part av hesum heiðrinum.


Góður dystur

Í fleiri mánaðir hevur verið greitt, at gulldysturin móti Brøndby helst fór at verða størsti dysturin nakran tíð í donsku superliguni. At talan fór at gerast um ein av teimum dystum, sum allir spælarar droyma um at sleppa til.

- Sjálvandi hevði eg vilja upplivað hetta inn á vøllinum, men tað kundi eg so ikki. Hatta er tó stuttligt hjá teimum, sum vóru á vøllinum, men eg má so leggja afturat, at teir eisini spældu ein sera góðan dyst. Brøndby hevði jú einki at siga yvirhøvur.

Áðrenn vit sleptu Toda, spurdu vit hann, um hann visti, hvat kvøldið annars hevði at bjóða, nú gullið var staðfest.

- Tað mást tú bara ímynda tær sjálvur, var flennandi svarið, áðrenn hann slapp sær inn í skiftingarrúmið, har liðfelagarnir fyri langari tíð síðani vóru farnir í holt við eina heila røð av sigurssangum.